UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-09-2020

Rúsan í nýggjum, stásiligum hølum í Trongisvági

Í gjár lat Rúsdrekkasøla Landsins á fyrsta sinni upp dyrnar fyri almenninginum, í nýggjum snotiligum hølum í Trongisvági. Nýbygningurin, ið MTV-Byggivirkið eigur og hevur bygt, hýsir Rúsuni í eystara enda.

Hølini eru ljós og innbjóðandi og tað er týðiligt, at her er hugsað um, at tann vitjandi skal kenna seg væl. Her er sera rúmligt, høgt til loftið og vørurnar væl skipaðar. Nú Rúsan lat upp, var almenn móttøka og stjórin í Rúsdrekkasølu Landsins, Rógvi Andrias Fossadal, var komin suður við fleiri starvsfólkum úr leiðslu felagsins, at hátíðarhalda dagin. Okkurt gott ábit og afturvið, varð bjóðað teimum mongu vitjandi, ið vóru komin fyri at síggja stásiligu hølini.

Tvøroyrar kommuna vitjaði hesa løtuna og Fróði Mortensen, kommunustjóri, og Linn Augustinussen, tekniskur leiðari, handaðu ávíkavist Rúsdrekkasøluni og MTV-Byggivirkið eina gávu. Seinni á degnum vitjaði eisini borgarstjórin, Kristin Michelsen, og ynsktu Rúsuni vælkomnari til Trongisvágs.

Vit fingu eitt prát við Rógva Andrias Fossadal, stjóra, ið sum vera man var sera glaður fyri hetta nýggja kapitlið hjá stovninum í Suðuroynni.

Rógvi segði, at tíðin var komin til at finna eitt nýtt stað til Rúsuna. Gamli bygningurin var ikki nøktandi til tær framtíðarætlanir, ið Rúsan hevði sett sær sum mál. Leitað hevur verið í fleiri ár, til eina nýggja staðseting og sambært stjóranum, so er nýggja staðsetingin júst tað, ið leitað hevur verið eftir. “Vit hava ikki leitað eftir aðrari staðseting enn í Tvøroyrar kommunu. Her er samferðsluhavnin og tann mesti trafikkurin í oynni og tí er tað høgligast hjá Rúsdrekkasøluni at hava heimstað her”, segði Rógvi.

Atkomumøguleikarnir eru sera góðir hjá kundunum og frástøðan til samferðsluhavnina á Krambatanga, er framvegis stutt. “Vit hava alla tíðina verið við í byggiprosessini og hava havt møguleika at seta okkara fingramerki á bygningin”, segði Rógvi. Hann nevndi m.a. at hann beinanvegin ynskti eystara enda av bygninginum. Tað komst beinleiðis av royndunum við gamla bygninginum, har inngongdin var vestaru megin. Nú vendir inngongdin eystureftir og harvið ikki móti ringastu ætt á staðnum.  Við nýggju hølunum er betrað um viðurskiftini hjá kundunum OG starvsfólkunum.

Stjórin kom eisini inn á fløskuautomatina, ið áður hevur verið ein sonn marra hjá suðuroyingum. Nýggja automatin er tann besta ið fæst á marknaðinum í dag. Hon lesir strikukoturnar 360gr og tú noyðist sostatt ikki at standa og bíða meðan automatin leitar. Maskinan er dupult og tískil sleppa tvey framat í senn og tað fer at føra stytri avgreiðslutíðir við sær. Rógvi segði, at maskinan varð keypt longu fyri tveimum árum síðan, men eitt óhapp, har fronturin á maskinuni oyðilegðist og síðan táverandi hølisviðurskiftini, gjørdu at maskinan mátti bíða.

Tvøroyrar kommuna ynskir Rùsdrekkasølu Landsins, og MTV-Byggivirkið, hjartaliga til lukku við nýggja bygninginum.

Fleiri myndir eru at síggja á síðuni hjá kommuni á Facebook, sí leinkju  https://www.facebook.com/tvoroyri
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo