Kvøldskúlavirksemið fer skjótt av bakkastokki, tað merkir, at vælumtókta prutl koyrikortið fer at byrja.
Skeiðið byrjar eftir ætlan mánadagin 21.septembur og heldur fram til nov/des.
Undirvísari verður Tormann Jacobsen.
Vegna stóran áhuga fyri at taka prutl koyrikotið í ár eins og undanfarnu árini, so hevur kvøldskúlin saman við undirvísara gjørt av, at tilmeldingin fer fram eins og áður. Tilmeldingin fer fram gjøgnum tilmeldingarskipanina hjá kvøldskúlanum.
Á henda hátt meta vit, at øll eru á jøvnum í samband við tilmeldingina.
Tilmeldingarskipanin til at taka prutl koyrikortið opnar tann 01.septembur kl.20.00 um kvøldið.
Tað ræður um at halda seg framat, tí áhugin er stórur og tað eru bert pláss fyri 12 luttakarum til hvørt skeiðið.
Prísur fyri borgarar úr Tvøroyrar kommunu er: 1300 kr.-
Prísur fyri borgarar úr øðrum kommunum er: 1700 kr.-
Um tað vísir seg, at fleiri enn 10 luttakarar koma at standa á bíðilista, fer kvøldskúlin at umhugsa at skipa fyri einum eyka skeiði um játtanin røkkur til hetta. Nærri boða koma um so verður.
Virðingamest
Lív Næs, tvøroyrar kvøld - og ungdómsskúli.