UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-11-2019

Kunning um vatnveitingina á Tvøroyri

Í dag er ætlanin at binda reinsiverkið á Rananum saman við nýggju goymslubrunnunum. Endamálið er í trimum stigum:

 

1.    *At tryggja at brunnarnir ikki leka og at arbeiðið hjá veitaranum er liðugt, og brunnarnir tí kunnu avhendast og lúka krøvini.

2.    *AT fylla brunnarnar, klora teir, so ongar bakteriur sita eftir, og skola teir ígjøgnum.

3.    *At tryggja at rør og rørsamlingar ikki leka, og ventilar virka sum teir skulu.

 

Fyri at røkka hesum, er neyðugt at leggja reinsiverkið stilt, meðan íbindingin verður gjørd. Tá verður neyðugt at brúka úr  verandi gomslubrunnunum,  ið røkka til 12 tímars nýtslu. Arbeiðið verður mett til at taka uml. 6-8 tímar.

Vit vænta ikki trupulleikar, men fara tó at mæla til, at óneyðug nýtsla verður avmarkað,  og at nýtsla,  sum kann útsetast, verður goymd og útsett til leygardagin í vikuskiftinum.

At fylla nýggju brunnarnir og skola ígjøgnum er mett til tvær til tríggjar  vikur.

Tá nýggju brunnarnir eru bundnir í reinsiverkið, verður farið undir íbinding av tilrenning til nýggjan samlibrunn. Hetta kemur ikki at ávirka so nógv sum tað vit gera í dag.

Nýggju goymslubrunnarnir taka 6000 m3 meðan gamla goymslan er 1400 m3 .

Vit siga frá aftur tá arbeiðið er liðugt saman við dagføring av vatngoymsluni.

 

Tekniska deild - Vatnveitingin

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo