UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-06-2019

Umhvørvisvika á Tvøroyri

mhvørvisvika er á Tvøroyri hesa vikuna og mangt er á skránni, ið alt hevur tað til felags, at umhvørvið er á breddanum. 

Lagt verður fyri í morgin, tá børnini í barnagarðinum og dagrøktini fara at grilla, hugna sær og tosa um umhvørvið. Hetta gongur fyri seg á økinum við barnagarðin í Trongisvági og Tróndur Enni og Lív Næs leggja eisini leiðina framvið og syngja fyri børnunum. Tiltakið byrjar kl. 10:00.
Kl. 15:00 er foreldrakaffi á stovninum og lata tey heilsa, at foreldrini skulu sjálvi hava krúss við. Plastikkbikør verða ikki nýtt á barnagarðinum longur.
Sum sæst, so er mangt og hvat á skránni og fara vit at greiða nærri frá tiltøkunum komandi dagarnir.

 
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo