UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
31-05-2019

Handlarnir á Tvøroyri opið til kl. 22

Eisini handlarnir á Tvøroyri spíla seg út á mentanarnáttini og enntá er pop-up handil fyriskipaður í Fuylking, í Valarabrekkuni.

Eyka er keypt inn til dagin og nógv góð tilboð eru á skránni. Nógv er gjørt burturúr at pynta hølini og eitt nú hevur Toystovan á Tvøroyri pyntað eina flotta ginu, ið stendur uttanfyri handilsdyrnar (sí mynd) og starvsfólkini gleða seg til at taka ímóti vitjandi heilt fram til kl. 22:00 í kvøld.

Handlarnir á Tvøroyri eru eisini við í átakinum “Talgild handilsveiða”, ið er fyriskipað saman við Føroya Tele. Vilt tú verða við, so ert tú við í kappingini um at vinna eina uttanlandsferð.  Sí http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5053&id=

Leggið leiðina framvið spennandi handlunum á Tvøroyri á mentanarnáttini.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo