UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
03-05-2019

Tvøroyrar Kommuna á LinkedIn

Í dag hevur Tvøroyrar Kommuna gjørt sær ein vanga á samskiftismiðlinum LinkedIn. Hetta, tí tað er av stórum týdningi hjá kommununi at vera sjónlig har fólk eru á netinum. LinkedIn er meira vent at tí vinnuliga partinum av internetinum.

LinkedIn verður mest nýtt í vinnuligum høpi, sum staðið har tú hevur ein vanga, ið hevur til endamáls at lýsa tínar vinnuligu royndir og dygdir. Miðilin verður nógv nýttur av teimum, ið søkja sær nýtt starv og av tí at Tvøroyrar Kommuna javnan lýsir við tøkum størvum, vildu vit nýta henda møguleikan. Longu nú liggur eitt starv á síðuni.

LinkedIn varð stovnað í 2002 og sjósett í 2003. Í mars 2019 vóru 610 milliónir skrásettir brúkarar á LinkedIn.

Síðan hjá Tvøroyrar Kommunu sæst her: https://www.linkedin.com/company/tvøroyrar-kommuna




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo