Skráin fyri ársins mentanarnátt er sera rúgvismikil og fjølbroytt, ja, okkurt er fyri øll. Gongutúrar, tónleikur, fyrilestrar, barnatiltøk, mótasýning og mangt annað stendur fjøldini í boði. Gleðiligt er eisini at síggja, at Varðin Pelagic, størsta arbeiðsplássið í oynni, nú er um at verða liðugt endurreist, eftir syrgiliga eldsbrunan hin 9. Juni 2017. Varðin bjóðar til hátíðarhald nú vakra økið frammanfyri skrivstovubygninginum verður tikið í nýtslu.
Tað er at fegnast um, at Tvøroyri í enn størri mun enn áður, hevur nógv at bjóða á savnsøkinum. Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn spennir seg út. Nýggja, snotiliga Pakkhús 5 er eisini partur av skránni og nýstovnaða Tvøroyrar Skjalasavn fer eisini at greiða frá virksemi sínum.
Tvøroyrar Kommuna gleðist yvir vælvildina, ið privat, vinnurekandi og stovnar á staðnum, hava sýnt mentanarnáttini. Fleiri teirra luttaka beinleiðis í tiltøkunum. Kommunan er øllum sera takksom fyri beinasemið.
Mentanin stórtrívist á Tvøroyri og karmarnir eru millum teir bestu í landinum, óansæð tú hevur áhuga í tónleiki, ítrótti ella skapandi list. Hetta nakað, ið vit fegnast yvir. Vit skulu fjálga um mentanararv okkara, tí júst mentan er høvuðstilfarið í einum góðum trivnaði hjá borgarunum.
Við vón um eina minniliga mentanarnátt 2018, fari eg at bjóða øllum hjartaliga vælkomin til Tvøroyrar.
Kristin Michelsen
Borgarstjóri