UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
01-03-2018

Mangt og Hvat komið væl frá byrjan á Tvøroyri

Seint í fjør lat nýggjur handil upp á Tvøroyri. Handan handilin Mangt og Hvat stendur Magnus Jensen úr Vági og vit hittu hann til eitt prát.

Lívsleiðin hjá Magnusi innan handil byrjaði í 1994, tá hann lat fyrsta Mangt og Hvat upp í Niels Finsensgøtu í Havn. Magnus hevði sæð fyrimunirnir við táverandi siglingini hjá Strandferðsluni til Skotlands og fekk sær samstarv við veitarar har, ið hann enn tann dag í dag brúkar, hóast tað er vorðið heldur torførari at fáa vørurnar fram til Føroyar.

Mangt og Hvat lat upp í Vági í 1996, har Frelsunarherurin áður helt til og beinanvegin tóku fólk væl ímóti. Krepputíðir vóru tá og kanska rakti eg plett, tí fólk høvdu tørv á bíligum vørum, sigur Magnus. Sum heild hevur tó gingið eitt sindur upp og niður, hesi 20 árini eg havi verið handilsrekandi og einaferð hevði eg 7 handlar samstundis.

Magnus yvirtók Litaval í Vági í 2015 og fekk tá eitt samstarv við Vøruhúsið á Hjalla, ið hevur verið sera gott fyri fyritøkuna. Mangt og Hvat kann í dag bjóða somu tilboð sum Vøruhúsið, bæði á Tvøroyri og í Vági.

Magnus sigur at hann hevur verið sera væl móttikin á Tvøroyri. “Kommunan møtti upp við blómum, hetta eri eg als ikki vanur við”, sigur hann. Eisini viðskiftafólkini hava verið sera positiv og hann letur væl at søluni. “Bygningurin liggur væl fyri í býarmyndini og ger tað, at fólk støkka ofta inn uttan at hava lagt tað til rættis”, sigur Magnus.

Magnus rekur fyritøkuna sjálvur, við góðari hjálp frá soninum og dóttrini. Í framtíðini er ætlanin eisini at lata eina málingadeild upp í handlinum á Tvøroyri og Magnus sigur, at handilin er komin fyri at vera. “Vit eru byrjaði at umvæla íbúðina í erva og hvør veit, kanska býr onkur skjótt har”.

Tvøroyrar Kommuna vil ynskja Magnusi og familjuni at vera hjartaliga vælkomin á Tvøroyri, við bestu ynskjum fyri framtíðar virkseminum

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo