UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
16-02-2018

Ungdómur klárur til FM í íverksetan

Verkafúsur ungdómur á Tvøroyri klárur til FM í íverksetan

Í gjár skrivaðu vit um spennandi og forkunnuga tiltakið í SALT, FM í íverksetan fyri skúlanæmingar, ella Skúla FM, ið tað eisini verður nevnt. Skúlanæmingar kring alt landið kappast um at vinna “Gullfræið”, fyri bestu verkætlanina.

Á fyrsta sinni er Tvøroyrar Skúli umboðaður, ja fyri fyrstu ferð yvirhøvur er Suðuroyggin, sum heild, umboðað í finaluni.

Tvøroyrar Kommuna vitjaði í dag í Tvøroyrar Skúla, fyri at hoyra eitt sindur um verkætlanina og fyri at kunna borgarunum um, hvat skúlaungdómurin tekst við. Alexandra Ripley, lærari í Tvøroyrar Skúla, er vegleiðari hjá luttakandi bólkinum, ið er myndaður av teimum trimum floksfeløgunum og vinkonunum Bjørk Torfinnsdóttir, Elin Niclasen og Anju Magnussen. Hesar ganga til dagliga í 10. flokki í Tvøroyrar Skúla.

Alexandra sigur, at gjørt bleiv av at melda Tvøroyrar Skúla til Skúla FM longu í august. Í september var flokkurin til fyrilestur í Tórshavn, har kendi danski íverksetarin Kasper Blom, ið gjørdist vælhavandi longu sum 12 ára gamal, takkað verið einum góðum hugskoti, greiddi frá sínum royndum.

Fyrilesturin gav góðan íblástur, og tóku tey tí stig til at taka næsta fetið við at deila flokkin í nakrar bólkar, ið hvør skuldi koma við sínum góða hugskoti. Alexandra sigur, at tað var sera trupult at velja millum tey fýra hugskotini, tí tey vóru øll so sera góð. Bólkarnir løgdu fram og so valdi ein læraradómsnevnd besta hugskotið út. Ólavur Weihe Joensen, ið var við til at vinna Skúla FM í 2015, vitjaði eisini flokkin og greiddi frá sínum royndum. Bæði lærararnir og Ólavur hildu, at uppskotið hjá teimum trimum vinkonunum var tað besta, tí var tað valt út.

Vit fara ikki her at avdúka hvat hugskotið snýr seg um, tí eitt sindur av spenningi skal verða eftir til fríggjamorgun 23. februar kl 10:00, tá tiltakið fer av bakkastokki á Drelnesi. Avdúkast kann tó, at hugskotið er sera tíðarhóskandi og passar júst til tað rákið, ið heimurin tekur í dag. Ja, ein vil kanska fara so langt sum til at siga, at tað hevur skund at fáa tílík hugskot gjørd til veruleika.

Tær 3 siga, at tær eru fjálturstungnar, nú tann stóri dagurin nærkast alsamt, men tær ivast ikki í, at tær verða klárar á degnum. Tær hava, eins og restin av flokkinum, verið til fyrilestur um hvussu tú ger eina framløgu og vóna tær, at tað kemur teimum til gagns í finaluni. Framløgan skal ikki vara longur enn 6 minuttir og tær hava góðar vónir, hóast tær kenna rættuliga stóra ábyrgd, nú Tvøroyrar Skúli verður við á fyrsta sinni. Tær arbeiða miðvíst við ætlanini, bæði í skúlanum og heima og tað eru nøkur stolt foreldur, ið kunnu sessast í saltsiloini næsta fríggjadag.

Alexandra sigur at arbeiðið gongur væl. “Tær eru kanska ikki tær mest larmandi genturnar, men tær eru sera skilagóðar”, sigur hon. Tær høvdu eina góða framløgu á sinni og eg ivist ikki í at tær fara at klára seg væl á degnum, sigur Alexandra, sum á degnum má sessast millum áskoðararnar, tí tá tíðin er komin til at fara á pallin, fara Elin, Bjørk og Anja einsamallar.

Tvøroyrar Kommuna fer at ynskja Anju, Bjørk, Elin og Alexandru bestu eydnu til Skúla FM – vit fegnast yvir at Tvøroyri er umboðað á einum so kveikjandi tiltaki. Tvøroyrar Skúli eigur eisini rós uppiborið, fyri at gera sítt til, at næmingarnir vilja vera við í hesum.

Frá vinstru á myndini: Bjørk, Alexandra, Elin og Anja.
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo