UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-12-2014

Helgi Strøm heiðraður

Á móttøku í býráðssalinum á Tvøroyri, mánadagin 29. januar, varð Tvøramaðurin Helgi Strøm, heiðraður av Tvøroyrar Býráð, fyri bragdið at bjarga 223 flóttafólkum úr Sýriulandi í Miðalhavinum.

Bjarni Hammer, varaborgarstjóri, bjóðaði øllum vælkomnum, og greiddi frá hví Tvøroyrar Býráð hevur valt at heiðra Helga, ið er skipari á tí 400 metrar langa  bingjuskipinum, Eleonora Maersk.

Tað var 24. oktober 2014, at Eleonora Maersk kom fram á bátinum við teimum hundraðtals flóttafólkunum umborð,  nakað sunnanfyri oynna Kreta í Miðalhavinum. Tey vóru øll farin til havs í einum báti, sum um hetta mundið var um at fara til botns. Hann var farin at leka, og standurin umborð var alt annað enn góður. Vindferðin var millum 20 og 25 metrar um sekundið, og Helgi Strøm heldur, at tað var eitt satt undur, at Eleonora Maersk megnaði at bjarga teimum øllum. 

37 av teimum bjargaðu sýriulendingunum vóru børn, og tað yngsta barnið var bara fimm mánaðir gamalt.

 

Helgi Strøm segði á móttøkuni mánadagin:

“Eg eri sera glaður og takksamur fyri heiðurin eg havi fingið frá Tvøroyrar Býráð.

Hetta er tó ikki ein heiður eg eigi einsamallur, maniningin á Eleonoru taldist 23, og eg deili hendan heiðurin við allir sum ein. Tað var eitt samanspæl ið gekk upp í eina hægri eind, nakrir bjargaði, síðani vórðu tey kannað av øðrum, summu góvu teimum vatn, og uppaftur aðrir fylgdu teimum har sum tey skuldu vera. So var sjálvandi kokkurin og stewardurin sum gjørdu mat til 246, manningin inkluderað. Og eitt toymi tók seg av teimum ið vóru illa fyri, hesi vórðu leitt, koyrd umborð og á hospitalið. Maskinstjórin var einsamallur í maskinuni, og eg var einsamallur á brúnni.
 
Nú tveir mánaðir eru gingir, so hugsi eg sjálvandi tilbaka, og tað í øllum førum nógv, sum eg seta ómetaligan stóran prís uppá. Hetta er ting, sum okur hava hug til at taka sum givið. Tað er sjálvandi fyrst og fremst familjan, friðurin, og børnini kunnu fara út í garðin og spæla, og ikki er neyðugt at hugsa um at har er vandi fyri bumbuálopi. Heldur ikki er neyðugt at hava armerað stál innanfyri vindeyguni, hava styrktar úthurðar, at vatnið er reint og at okur hava nokk av mati. Eg vil eisini nýta høvið at takka familjuni, konu og børnum, mammu og svigarforeldrum sum stuðla mær so væl, sum leingjast og bíða so tolin tá ið eg eri burtur, og eru spent og glað tá ið eg komi heim. Tað eyka stríð tykur hava tá ið eg eri burtur. Takk fyri, og takk fyri Tvøroyrar Býráð. “

Sí myndir frá móttøkuni her 

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo