UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-08-2017

Vatnveitingin til Ørðavíkar

Í gjárkvøldi sveik vatnveitingin til partar av Ørðavík. Vatnið kom aftur av sær sjálvum aftaná midnátt. Seinast vit høvdu tílikt fyribrygdi var í mai mánaða,  og fall tað saman við at brot var á høvuðsleiðingini í Ørðavík. Hetta varð umvælt,  og eftir tað hevur veitingin verið støðug. Vit fara nú at kanna um orsøkin er tann sama sum tá, ella um nakað annað er hent.

Vit takka fyri allar fráboðanir,  ið vit móttaka um óreglusemi á vatnveitingini og royna altíð at bøta um so skjótt sum gjørligt.

Annars kann upplýsast at tað er gjørt klárt til nýggja høvuðsleiðing vestur eftir vegnum í Dalinum og vóna vit at byrja hetta arbeiði næsta ár.






Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo