UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
17-06-2017

Traumafyribyrgjandi fundir hildnir á Tvøroyri

Eftir ógvusligu hendingarnar á havnarlagnum fríggjadagin 9. Juni, tá eldur kom í Varðan Pelagic, gjørdi Tvøroyrar Kommuna skjótt av, at seta seg í samband við Hanne Robenhagen, leiðara á Suðuroyar Barnaverndartænastu. Hanne hevur dyggar royndir innan traumafyribyrgjandi arbeiði fyri børnum og bjóðaði hon seg fram til at hjálpa.

Beinanvegin blivu stig tikin til 3 fundar fyri foreldrum, har fokus varð sett á tað, ið vit meta vit kunnu tosa við børnini um, viðvíkjandi ógvusligu upplivungunum tey hava havt. Carol Symphor Kjærbæk, sálarfrøðingur luttók eisini á fundunum.

Fundirnir vórðu hildnir í Trongisvágs Skúla og á leið 100 foreldur møttu. Hesi lurtaðu og luttóku í bólkaarbeiðum, við temanum: “Hvat vilja vit um eitt ár, vera stolt av at vit gjørdu fyri okkara børn”. Hanne tosaði um at tonkja ein “Barnanna Trygdargeira” í komandi árinum – har vit minnast tað at vera vaksin – og t.d. støðga við at tosa um alt tað, ið kundi verið hent, um tað ringasta hendi. Tað stutta av tí langa er, at vit skulu vera ansin yvirfyri børnunum, tosa við tey um hvat tey gjørdu undir evakueringini og hvat tey tonkja nú - tær gerðirnar børnini og tey vaksnu gjørdu fyri at taka sær av hvørjum øðrum, eta saman, syngja sangir og so framvegis. Farið aftur og skapið gerandisdagin fyri børnunum, tað hava tey tørv á. Væntið allar møguligar reaktiónir, ella ongar. Børn eru sera dugnalig til at handfara ymiskt, men vilja tey tosa um tað – so ger tað tá tey ynskja tað.’

Tvøroyrar Kommuna takkar Hanne og Carol fyri stóru hjálpina og vælvildina tær hava víst, bæði á sjálvum degnum undir eldsbrunanum og aftaná.

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo