UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-05-2017

Ársroknskapurin 2016

Tíðindaskriv í sambandi við ársroknskapin hjá Tvøroyrar kommunu 2016

Tvøroyrar Býráð samtykti á býráðsfundi 18. mai 2017 ársroknskapin fyri 2016.
Sambært kommunustýrislógini § 53, stk. 2, nr. 1 skulu kommunur lata Fíggjarmálaráðnum grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir endað fíggjarár.
Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2016 varð roknað við einum halli á 4.410 mió, men ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 7.318 mió., t.e. 11.728 mió meira enn væntað.

...

Samlaði raksturin av kommununi kostaði 58,98 mió. kr. í 2016, og er hetta 0,4 mió. kr. minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2016. Meirnýtsla er staðfest í § 2 Almanna- og heilsumál á tkr. 730.
Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 14,469 mió í 2016, men roknskapurin vísir, at tað vórðu gjørdar íløgur fyri 10,994 mió, sum kunnu sundurgreinast soleiðis:

t.kr
§ 1 Kommunal fyrisiting 144
§ 3 Børn og ung 403
§ 4 Undirvísing 1.088
§ 5 Mentan og frítíð 46
§ 6 Teknisk mál 8.280
§ 7 Kommunal virki 1.033
10.994

Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2016 vóru 7,843 mió. kr. hægri enn væntað. Roknað var við 69,454 mió. kr. í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vórðu 77,297 mió. kr.
Inntøkan av persónsskatti var 62,669 mió. kr. harav 2,863 mió. kr. í partafelagsskatti, og er hetta 7,57 mió. kr. meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2016.
Tvøroyrar kommuna hevur í 2016 goldið 3,692 mió. kr. í avdráttum, og var nettoskuldin við árslok komin niður á 0,44 álíkning. Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon fleiri álíkningar.
Framgongdin í Tvøroyrar kommunu seinastu árini hevur havt við sær, at Býráðið í 2016 lækkaði skattaprosentið við 1,05 og aftur í 2017 hevur lækkað skattaprosentið við 0,55 soleiðis at skattaprosentið í Tvøroyrar kommunu nú er komið niður á 21.90%
Harumframt hevur góða gongdin í kommununi ført við sær, at gjøldini á barnaansingar-økinum og frítíðarskúlanum nú eru soleiðis háttað, at hjá foreldrum, sum hava meira enn 2 børn í ansingarskipanini, verða 3. og eftirfylgjandi børn ansaði ókeypis.

Tvøroyri, 19. mai 2017
____________________ ____________________
Kristin Michelsen
Borgarstjóri

Henrik Weihe Joensen
Kommunustjóri




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo