UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-03-2017

Vinnutátturin - Delta Seafood

Frá kjallarafyritøku til stórvirki

Vinnutátturin hevur ligið stillur eina tíð, men ætlanin er at taka hann uppaftur, so hvørt stundir eru til tað. Fyri stuttum hoyrdist, at 1. apríl er Deltadagur og vit settu stjóranum á Delta Seafood, Magnus Jespersen, stevnu og fingu eitt gott prát um hvussu Delta sá dagsins ljós og um gongdina fram til í dag.

Magnus bjóðaði vælkomin í snotuliga nýggja kontórbygninginum á havnarlagnum. Umstøðurnar vóru tó ikki soleiðis, tá virksemið tók seg upp í 1995. Magnus greiðir frá, at tá var ætlanin, at Føroya Fiskamarknaður skuldi halda til í hølunum hjá NJM, har Alval í dag hevur goymslu. Tá hesar ætlanir vórðu sleptar, sóu nakrir lokalir vinnulívsmenn møguleikar, at meira fiskur bleiv virkaður í oynni. Toskur, longa og brosma, ið er sera væl egnað til saltfiskaframleiðslu, varð sent óvirkað norðeftir – hví ikki virkað fiskin her á staðnum? Magnus Jespersen, Egil Olsen, Gudmund Mortensen, Marner Lisberg og seinni Ólavur Bjarkhamar, sum tá var undir lestri, samdust um at hetta var eitt gott hugskot.
Marner og Gudmund høvdu reiðaravirksemi og fleiri skip hoyrdi til reiðaríini hjá teimum, m.a. Rankin, Suðringur, Phoenix, Rasmus og Nim. Við hesum góða rávørugrundarlagnum og so teirri hollu vitanini innan fiskaframleiðslu, ið hinir í bólkinum myndaðu, varð Delta Seafood stovnað.
Hølini vóru smá, samanborið við í dag – á leið 500m2. Í byrjanini saltaði arbeiðsfólkið fiskin, skóru fløk og ísaðu fløk. So við og við broyttist framleiðslan til mest at vera saltfiskaframleiðsla.
Virksemið vaks og longu í juli 2000 flutti Delta Seafood í nýggja framleiðsluhøll, á staðnum har virkið heldur til í dag. Støddin á hølunum var nú vaksin til 1400m2 og høvuðsframleiðslan var saltfiskur. Stórar íløgur blivu gjørdar í nýggjar maskinur ,og nøgdirnar ið virkið tók ímóti, vóru nógv størri enn undanfarin ár. Í 2005 bygdi Delta út, tá ein goymsluhøll á 600m2 varð tikin í nýtslu.
Delta Seafood er tó so ómetaliga nógv annað enn saltfiskavirkið á havnarlagnum. Virkið er ikki av teimum allarstørstu í landinum, men fáir persónar mugu ganga aftur í so nógvum fyritøkum, sum menninir handan Delta Seafood.
Eftir stóru búskaparkreppuna og nýskipanina av fiskivinnuni miðskeiðis i nítiárunum gjørdist Sandoyggin fullkomuliga lamin – einki fiskaarbeiði var av týdningi og stórt arbeiðsloysi .Saman við fagfeløgum í Sandoynni fór Delta Seafood, í tøttum samstarvi við Føroya Banka og Fiskimálaráðið,undir fiskaframleiðslu á Sandoy Seafood,hetta var í 1997.Egil Olsen varð settur sum stjóri og virksemið gekk sera væl tey fyrstu árini. Tíverri bleiv rávørugrundarlagið rykt undan virkinum, tá flestu skipini í oynni blivu seld. Í dag er Delta Seafood framvegis partur av Sandoy Seafood.6
Í 2005 endurtók søgan seg í Hvalba, tá flakavirkið har lá stilt. Delta fekk áheitanir úr Hvalba um samstarv og skjótt var greitt, at stórir møguleikar vóru í hesum samstarvi. Magnus sigur, at Delta hevði havt eitt framúr gott samstarv ið hvalbiartrolararnir í fleiri ár og tí kendu teir seg tryggar við at fara upp í eitt samstarv við somu fólkum um eitt flakavirki. TG Seafood eitur virkið í Hvalba. Magnus sigur, at samstarvið millum hvalbingar og delta Seafood hevur riggað einastandandi væl øll árini og sambandið millum virkini bæði er sera tætt. TG Seafood framleiðir upsavørur burturúr feskari rávøru.

Í 2008 var Delta við til at stovnað Faroes Apama , hetta felag hevur heimstað í Vági, virksemið er at turkað matvørur úr fiski til nigerianska marknaðin.
Onki virksemi er virkinum í løtuni orsakað av búskparligu støðuni í Nigeria.Vónandi kemur gongd á aftur.

Delta Seafood hevur eisini eitt dóttirfelag í Vági, DEFA, ið eigur og rekur stóru frystihøllirnar á havnarlagnum í Vági. Í einum parti av hesum hallunum, heldur Holva Fish til, ið framleiðir millum annað vørur burturúr fráskurði . Rávøran kemur í høvuðsheitum frá virkjunum í oynni, men tað verður eisini keypt aðrastaðni frá.
Ein skuldi hildið, at nú høvdu fólkini handan Delta nóg mikið at vera um, men so er ikki. Hesir somu menn høvdu eisini ein avgerandi leiklut, tá størsta pelagiska virkið í norðurhøvum, og eitt tað størsta í heiminum, Varðin Pelagic, gjørdist veruleiki.
Í apríl 2011 fekk Delta Seafood eitt tilboð frá trotabúnum hjá Faroe Seafood um at keypa flakavirkið á Tvøroyri, Delta Seafood avgjørdi at taka av tilboðnum uttan at vitað hvat virkið skuldi brúkast til, annað enn at leverað ís til suðuroyar skipini og at tað ikki skuldi brúkast til at arbeiða botnfisk, tí at tað vóru nokk av virkjum.
Í oktober 2011 avgjørdu eigarnir av Delta Seafood at fara til Íslands at kanna pelagisk virkir har og um møguleikar vóru fyri at gera okkurt líknandi her á staðnum. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at hetta bar ikki til – kostnaðurin var alt ov høgur til eina, eftir umstøðunum, lítla fyritøku sum Delta.
“Í desember 2011 tosaðu við við Varðan í gøtu um eitt møguligt samstarv – í juli 2012 tók Varðin Pelagic ímóti fyrstu lastini av makreli. Restin av søguni er væl kend og virkið gongur nøktandi”, sigur Magnus. Delta Seafood er partaeigari í Varðanum Pelagic og Magnus sigur, at samstarvið er heilt einastandandi gott. Ólavur Bjarkhamar, ið er ein av undangongumonnunum í Delta Seafood, er virkisleiðari á Varðanum Pelagic.
Spurdur, um hvønn týdning Tvøroyrar Kommuna hevur havt í mongu frambrotunum, ið Delta Seafood hevur staðið fyri, sigur Magnus “Eitt má eg siga, Tvøroyrar Kommuna hevur verið ein sera góður viðspælari hjá okkum. Vit hava møtt vælvild í øllum og altíð hevur kommunan roynt at avgreitt tingini skjótt, soleiðis at vit hava kunnað ført okkara ætlanir út í lívið”.

Í dag skriva vit 2017 – dagliga hoyra vit um fiskivinnunýskipanina og ting kunnu kanska kennast eitt vet ótrygg. Rávørugrundarlagið í oynni er ikki tað sama, sum tá Delta byrjaði, umframt at fiskiskapurin eftir botnfiski hevur verið søguliga vánaligur. Hetta fær tó ikki framfýsnu fólkini handan felagið at kasta handklæðið í ringin. Fyri stuttum tók Delta Seafood nýggja framleiðsluhøll í nýtslu, samanlagt 4.200m2, íløgurnar í at virkað frystan fisk, ger at virkið kann virkað fisk úr øllum heiminum. Harafturat er nýggj høli gjørd til umsiting.
Samlað hevur Delta gjørt íløgur fyri á leið 16 milliónir seinastu 3 árini og gongur sum Magnus ætlar, so fara tey nú frá einari árligari framleiðslu á 3000 tons, til 5000 tons.
“Styrkin hjá okkum er tillaging, og gott samstarv við okra samstarvsfelagar”, sigur Magnus. Teir 5, ið byrjaðu Delta, Magnus, Egil, Marner, Gudmund og Ólavur, arbeiða framvegis tætt saman. Spurdur um framtíðina svarar Magnus: “Um føroyskir politikarir vilja,at virkjunum skal verða lív lagað, so eigur okkurt ar verða gjørt, soleiðis at rávøran í so stóran mun sum gjørligt kemur til virkingar í Føroyum. Verður hetta gjørt, tá sær framtíðin ljós út.”
Eitt, ið eisini sermerkir Delta Seafood, er at felagið hevur altíð, í so stóran mun sum gjørligt, nýtt føroyska arbeiðsmegi, tá okkurt skuldi gerast. Til dømis hevur MTV-Byggivirki, v. Mortan og Thormann Vang, staðið fyri at byggja allar bygningar hjá Delta. Nomatek stóð fyri at gera nýggja upptiðningarkarið – ein verkætlan teir ikki høvdu roynt fyrr, men sum teir fegnir vildu átaka sær.. Bærendsen Teknik og SIMO gjørdi el og tekniskar installatiónir.

Ein sannroynd er eisini, at fólk trívast væl á Delta. Arbeiðið er so at siga árið runt og eitt nú hava tey bæði Frígerð Mortensen og Hallur Hentze, arbeitt á Delta Seafood líka síðan byrjanina í 1995.
Feløg, sum eru tengd at virkseminum sum Delta er partur av, hava uml. 350 fólk í starvi og at Delta Seafood er eitt føroyskt felag burturav.

Leygardagin 01 apríl í komandi viku, er Delta-dagur. Delta Seafood vil fegið bjóða suðuroyingum og øðrum við áhuga, at vitja virkið. Her verður høvið at síggja hvussu framleiðslan gongur og eisini at fáa onkrar smakkroyndir. Magnus letur heilsa og sigur at øll eru hjartaliga vælkomin millum kl. 15:00-18:00.

Tó, so verður ikki steðgað her, tí nú skilst, at Delta Seafood hevur søkt um aliloyvi á Hvalbiarfirði og Hovsfirði.

Tvøroyrar Kommuna takkar Magnusi og Delta Seafood fyri eina sera góða og áhugaverda samrøðu. Delta Seafood hevur altíð og hevur framvegis, sera stóran týdning fyri Tvøroyri og oynna sum heild og tað er kommunan sera takksom fyri.

Við ynski um eina bjarta framtíð og eitt framhaldandi gott samstarv.

Tvøroyrar Kommuna

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo