UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-03-2017

Grannakaffi 2017

Eins og undanfarna ár, so vilja dagrøktararnir í Tvøroyrar Kommunu vera við til átakið “Grannakaffi”. Tiltakið er við til at varpa ljós á stóra arbeiðið Krabbameinsfelagið ger og hesum arbeiði vilja dagrøktararnir stuðla. 

Ársins tiltak, ið fer fram í Spælistovuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági fríggjadagin 10. Mars frá kl. 16:00 – 18:00 , er sera áhugavert, ikki minst tí at fleiri kendir tónleikarir leggja leiðina framvið.

Úr Hvalba kemur Svein í Prestgarði, ið fyri stuttum gav fløgu út, ið gjørdist sera væl umtókt. Lokalu Tróndur Enni og Lív Næs vitja eisini, við teirra glaða og lívsjáttandi tónleiki. At enda, men ikki minst, kemur Eyðun Nolsøe – Eyðun hevur, bæði sum solistur og partur av Frændum, staðið fyri einari ørgrynnu av løgum, ið eru vorðin fólkaogn.

Dagrøktararnir vóna at fólk taka væl ímóti tiltakinum og leggja leiðina framvið Spælistovuni. Kaffi og køkur verða at fáa, samstundis sum tað sjálvandi er møguleiki at stuðla Krabbameinsfelagnum við einari peningagávu.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo