31-12-2016
Jobmatch í Norðurlandahúsinum
Tórsdagin 29. desember tók Tvøroyrar Kommuna fyri fyrstu ferð lut í Jobmatch, ið var hildið í prýðiliga Norðurlandahúsinum. Fyri okkum starvsfólk, var hetta ein sera áhugaverdur dagur og møttu vit hópin av fólki og fingu nøkur góð prát, har vit fingu høvið til at greiða frá um bý okkara og teir møguleikar hann hevur at bjóða.
Við aftur heim, hava vit fingið fleiri persónar at skráseta, ið hava áhuga í at koma og arbeiða á Tvøroyri og eisini onnu...r, ið ynskja at samstarva tvørtur um kommunur. Vit eru sera væl nøgd við tiltakið og tað vit fingu burturúr og ætla uttan iva at verða við aftur á komandi Jobmatch.
Undan tiltakinum, ónsdagin 28. Desember, høvdu vit okkara egna “áðrenn Jobmatch” í býráðssalinum. Her vóru fleiri lesandi og starvssøkjandi møtt upp, saman við umboðum fyri vinnuna á staðnum. Kommunustjórin, Henrik Weihe Joensen og trivnaðarfólkið, Bjarni Nygaard, søgdu nøkur orð so var møguleiki hjá teimum møttu, at lata seg skráseta og annars at práta um leyst og fast við umboðini hjá kommununi og vinnuni. Eyðun Ásason sang nøkur løg og høvdu vit ein sera góðan og gevandi dag saman.
Vit ætla avgjørt at gera hetta aftur seinni í ár og at gera karmarnar enn betur, tí tað var sjón fyri søgn, at okkara útisetar fylgja væl við og hava næstan hvør sum ein, eitt brennandi ynski um at flyta heim aftur og at kunna arbeiða á Tvøroyri.
Tvøroyrar Kommuna vil takka fyri áhugan, ið tey vitjandi hava víst. Samstundis vilja vit senda eina serliga tøkk til Marin í Dali, læknalesandi og Boga Johannesen, sølustjóra á Varðanun Pelagic, fyri at vera við og hjálpa so væl til, bæði í býráðssalinum og í Norðurlandahúsinum.