UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
03-11-2016

Vakrasta handilsvindeygað

Hvør hevur vakrasta handilsvindeygað á Tvøroyri?

Jólini nærkast og har, ið vit aloftast leggja merki tað til fyrst, er í handilsvindeygunum. Handlarnir fyrireika seg og dúgliga verður pyntað allastaðni - fleiri gera heilt nógv burturúr.

Pyntaðu handlarnir hava nógv at siga fyri hugnan í býnum, og kommunan vil við átakinum “Vakrasta handilsvindeygað”, senda eina viðurkenning fyri arbeiðið hjá handlunum. Teir handlarnir, ið ynskja at verða við í kappingini, kunnu ringja til Visit Suðuroy á Tvøroyri á tlf. 611080 í seinasta lagi 18. November.

Frá 1. og fram til 19. desember, kunnu fólk atkvøða í bólkinum “Visit Suðuroy á Tvøroyri”, á Facebook.

Vinnandi handilin fær eitt vakurt heiðursbræv frá Visit Suðuroy á Tvøroyri, at heingja upp í handilin.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo