UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
06-05-2016

Upptøka av leysgangandi djórum

 
 
Tvøroyrar Býrað hevur gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi, og aktingarmaðurin er nú settur.
 
Oddur Dimon er settur sum aktingarmaður, og ætlanin er, at hann skal byrja í starvinum 15. mai.
 
Tá verður sostatt galdandi, at um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48.
 
Løgreglan setir seg síðan í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.
 
Sí annars sjálva avtaluna her: Samstarvsavtala millum Politimeistarin í Føroyum og Tvøroyrar Kommunu (PDF, 252 KB).



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo