29-12-2024
Tvøroyrar býráðið hevur skipað seg
Nývalda býráðið á Tvøroyri hevur á almennum býráðsfundi 28. desember valt umboðini í nevndirnar, og er sostatt endaliga skipa valskeiði 2025-2028.
Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir vóru vald til ávikavist borgarstjóra og varaborgarstjóra á býráðsfundi hin 16. november, og á býráðsfundinum í gjár 28. desember blivu nevndirnar mannaðar.
Fyrsta mál á skrá til fundin 28. des. var skipan av valbólkum, og Kristin Michelsen boðaði frá, at List T (Felagslistin) og Listi C (Javnarflokkurin) vóru gingin saman í valbólk.
Sostatt verður Tvøroyrar býráð umboða av tveimum valbólkum valskeiði 2025-2028.
Valbólkur 1 er umboðaður av 6 býráðslimum:
Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Barbara Michalina Tausen, Alvi Mortensen umboðandi lista T (Felagslistan) og Bjarni Hammer og Eyð Eidesgaard umboðandi lista C (Javnarflokkin)
Valbólkur 2 er umboðaður av 1 býráðslimi:
Arnfinn Bech, umboðandi Lista F.
***
Nevndirnar blivu mannaðar soleiðis (varalimir í klombrum):
Fíggjarnevndin
Kristin Michelsen (Anita Vibergsdóttir)
Alvi Mortensen (Barbara M. Tausen)
Bjarni Hammer (Eyð Eidesgaard)
Sosiala nevnd
Anita Vibergsdóttir (Arnfinn Bech)
Alvi Mortensen (Barbara M. Tausen)
Eyð Eidesgaard (Bjarni Hammer)
Tekniskanevnd
Alvi Mortensen (Barbara M. Tausen)
Anita Vibergsdóttir (Arnfinn Bech)
Eyð Eidesgaard (Bjarni Hammer)
Mentanarnevndin
Barbara M. Tausen (Alvi Mortensen)
Anita Vibergsdóttir (Arnfinn Bech)
Bjarni Hammer (Eyð Eidesgaard)
Vinnu- & havnanevndin
Anita Vibergsdóttir (Eyð Eidesgaard)
Barbara M. Tausen (Alvi Mortensen)
Bjarni Hammer (Arnfinn Bech)
Trivnar- & umhvørvisnevndin
Barbara M. Tausen (Anita Vibergsdóttir)
Alvi Mortensen (Bjarni hammer)
Eyð Eidesgaard (Arnfinn Bech)
Nevndirnar skipa seg sjálvar (tó er borgarstjórin formaður í fíggjarnevndini sambært kommunustýrislógini).
***
Umboðini hjá Tvøroyrar kommunu í stýrinum fyri BHS, Bú- & Heimatænastuna verða:
Kristin Michelsen (Anita Vibergsdóttir)
Eyð Eidesgaard (Bjarni Hammer)
Býráðið samtyktin eisini at seta ein fylgi- og fyrireikingarbólk, sum skal fyrireika kommununa uppá komandi Suðuroyartunnilin. Samtykt bleiv at hesin bólkur verður mannaður av:
Kristin Michelsen (Alvi Mortensen)
Bjarni Hammer (Eyð Eidesgaard)
Seinasta mál á skrá var áseting av fundardøgum fyri 2025. Fyrsti fundur hjá nývalda býráðnum verður tórsdagin 30. januar kl 17.00.
Allar samtyktirnar frá skipandi býráðsfundinum kunnu lesast
her.
Aftast tv. Alvi Mortensen, Arnfinn Bech, Bjarni Hammer, Kristin Michelsen.
Fremst tv. Eyð Eidesgaard, Anita Vibergsdóttir, Barbara Michalina Tausen
Tvøroyrar kommuna
29. desember 2024