FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


01-12-2022

Jólatræið tendrað í fagrasta veðri

Tað var ein sera heppin avgerð, ið varð tikin, tá ið Tvøroyrar kommunan gjørdi av at útseta hátíðarløtuna, ið skuldi vera sunnudagin 27. novembur. Tá var ætlanin at tendra jólatræið, men veðrið vildi ikki vera til vildar tann dagin heldur.

 

So, mánadagin 28. novembur blíðkaði hann veðrið, og tað við lít. Jólatræið varð tendrað  í allarfagrasta veðrið, og heilt nógv fólk nýtti høvið í góðveðrinum at fara út og vera hjá, meðan Tvøroyrar Hornorkestur spældi, og eitt barnakór sang nakrar jólasangir.

 

Sólfríð Bech, kunningarleiðari hjá kommununi bjóðaði vælkomin, og Anita Vibergsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini helt røðu.

 

Sum nakað nýtt komu jólamenninir á hestbaki við pakkum til børnini, og ein skúlaklassi skipaði so fyri, at øll, ið vildu hava, fingu kakao og bollar.

 

Annars hevði Jólamaðurin frætt, at nøkur børn í Tvøroyrar kommunu sluppu ikki til hátíðarhaldið fyri sjúku og av øðrum grundum. Tí vildi hann fegin koma á vitjan aftaná haldið og hava pakka við til tey børnini.

 

Tá ið hátíðarhaldið í miðbýnum var av, var ein løta í kirkjuni, har Jónsvein Bech, prestur hugleiddi um jólaljósið, og Lív Næs sang tveir sangir.

 

Soleiðis stendur Tvøroyri í sínum vakra jólaskrúði búgvið til at halda jól 2022.

 
(Myndir: Turið Vestergaard í Dali) 
 
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn