Talan er um eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið sum námsfrøðiligur ráðgevi er í tøttum samstarvi við barnaverndartænastuna og onnur fakfólk. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, um dagin og tíðliga á kvøldið, lagað til tørvin hjá familjunum.
Vit bjóða:
Útbúgving sum námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving. Viðkomandi royndir er ein fyrimunur. Suðuroyar Barnaverndartænasta tekur sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður, at ov fáir skikkaðir umsøkjarir eru til starvið. Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort.
Um Suðuroyar Barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fimm starvsfólk í umsitingini og harafturat námsfrøðingur og sálarfrøðingur.
Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.
Starvið er eitt farloyvis starv og verður sett at byrjað 01. september ella skjótast gjørligt hareftir.
Løn sambært sáttmála millum KAF og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16 August kl. 16.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til virkandi leiðara Jónleyg Eyðunsson á tlf. 288085/611090 ella teldupost: jonleyge@tvoroyri.fo.
Fyri at arbeiða á einari Barnaverndartænastu er neyðugt, at loyvi verður givið til at innheinta barnaváttan og revsiváttan.
Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella telduposti til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Sornhúsvegur 22
Postboks 104
800 Tvøroyri