FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


30-05-2022

SETANARRØÐA MENTANARNÁTTIN 2022

Mentanarnáttin 2022 var sett av Sólfríð Bech, leiðari av Visit Suðuroy.
 
Góðu tvørafólk - góðu suðuroyingar - góðu føroyingar.
 
Tað er mær ein stórur heiður at hava fingið uppgávuna at seta Mentanarnáttina á Tvøroyri 2022. Tað er altíð líka gleðiligt at síggja hvussu nógv fólk savnast til Mentanarnattina her hjá okum, og at okur øll veruliga sleppa at uppliva alt tað, ið hesin býurin hevur at bjóða
 
Mong eru tey, ið hava spílað seg út til hendan dag, alt frá almennum og privatum stovnum og virkjum, okkara mongu handlar, matstøðini, søvnini, sløkkiliðið, privatir persónar, ja, jeg kundi blivið vid at ramsa upp - tykur skulu eiga eina hjartans tøkk, fyri at geva okum øðrum eina góða uppliving henda dag. Tað er ongin sjálvfylgja at tykur geva av tykra tíð til okum onnur, tí tíðin er sera dýrabar, og okur munnu vera mong, ið mangan høvdu ynskt at døgnið hevði minst 30 tímar. Tað eru tykur, ið skapa mentanarnáttina.
Fyri meg persónliga, er tað eisini altíð líka stuttligt at vera við til hesi ymsu tiltøkini, sum partur av Tvøroyrar hornorkestri. Tað kennist mangan sum eitt privilegium, at sleppa við til nærum øll tiltøk, og eisini til forkunnug tiltøk, ið ein annars ikki hevði farið til. Tað er ongin sjálvfylgja at vit hava eitt hornorkestur á Tvøroyri, tí tað krevur nógv av spælarunum, og nógvir tímar av hørðum arbeiði liggja aftanfyri framførslurnar.
 
Tilgongdin av spælarum hevur heldur ikki verið tann stóra seinastu árini, og okur somu, ið hava verið við seinastu nógvu árini, royna at hanga í. Men nú er ein glotti at hóma fyri framman, og okur hava fingið onkrir nýggir spælarar við, hetta gleðast okur um. Okur eru eisini so sera heppin at okur hava ein so dugnaligan, tolnan og eldhugaðan dirigent sum Trónd Enni. Tað, sum okur hava, í mun til fleiri av hinum hornorkestrunum í Føroyum, er ein dirigent, ið er ein partur av lokalsamfelagnum, sum orkestrið er heimahoyrandi í, tað er ikki til at taka fyri givið.
Eisini merkja okur væl, at tykur, tvørafólk, ja suðuroyingar sum heild, eru góð við hornorkestrið, og altíð líka glað fyri at síggja okum til ymisku tiltøkini kring alla oynna. Tað skulu tykur eiga hjartaliga takk fyri. Tað ger tad uppaftur stuttligari at blíva við. Til grækarismessuhaldið hjá Bátafelagnum Naddoddur, helt Viberg Sørensen fyri, at ein býur uttan eitt hornorkestur, er ein sera fátækur býur. Hesum kann jeg bara taka undir við. Men hetta vísir eisini, hvussu ríkt og fjølbroytt mentanarlív vit hava her kring fjørðin.
Sum áður nevnt, síggja okur í dag, hvussu nógv okur veruliga hava at bjóða uppá her á Tvøroyri. Umframt eitt ríkt og fjølbroytt vinnulív, ið veruliga hevur verið við til at betra um umstøðurnar og møguleikarnar her á Tvøroyri, er tað eisini sera gott at síggja alt tað, ið ferðavinnan hevur givið okum. Ferðavinnan gevur eisini sítt íkast til trivnaðin her á staðnum. Okur høvdu neyvan havt grundarlag fyri øllum fjølbroyttu matartilboðunum, um tað ikki var fyri vitjandi her á staðnum.
17 ára gamla Sólfríð hevði ein heilt serligan dreym. Tað var at fara tað longu leið til Avstralia at lesa, skora ein lekkran avstralskan surfara, og aldrin venda nøsina heim aftur. So keðiligt helt jeg tað vera her suðuri, ja, Føroyar sum heild vóru keðiligar og lítið áhugaverdar, og útlongsulin til umheimin var sera stórur. Fíggjarkreppa var eisini í heiminum tá, so høgt arbeiðsloysi og svartskygni var tað, ið fylti nógv í miðlunum, og kanska serliga Suduroyggin var offur fyri negativari umtalu og var barasta ikki staðið, ein hevði hug at búseta seg. Suðuroyggin var eitt stað mann flutti frá, heldur enn til.
Tað bleiv so ikki til Avstralia, tá ið valið fall á lestrarstað, men heldur Skotland og Danmark. Og í tíðini meðan jeg var burturi í lestrarørindum, hendi ein broyting í Føroyum.
Táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, Poul Michelsen, setti sær fyri, at okur í Føroyum skuldu styrkja um ferðavinnuna sum vinnuveg og enn eitt bein at standa á. Eftir hetta var stórur dentur lagdur á at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnumál vid kendu slagorðunum: “Unspoiled, untouched, unbelievable”, og fleiri útlendsk ferðafólk enn áður leitaðu sær leiðina til Føroyar. Eftir hetta eru tilboðini her á landi vaksin í vavi, vid fjølbroyttum matstøðum, ferðasmiðjum, gistingarhúsum, heimablídni og mongum øðrum. Eisini er ein ørgrynna av mentanartiltøkum at fara til kring alt landið, og hesi mentanartiltøkini, eins og Mentanarnáttin er tað, eru sera týdningarmikil fyri ferðavinnuna. Handlarnir selja eyka nógv, matstøðini hava fleirfalda so nógv at gera, og gistingarhús og summarhús eru fult bókað, so nógv avleitt virksemi stendst av hesum, og so er mann eisini bara eyka stolt av at vera tvøradama, ein dag sum í dag.
Eisini hava okur føroyingar fingið eyguni upp fyri, hvussu fantastiskt, sermerkt og forkunnugt okra lítla land í veruleikanum er. Her í Suðuroynni merktu okur kanska ikki ágóðan of vøksturinum í ferðavinnuni beinan vegin, men seinastu knapt 5 árini er ein stór broyting hend her suðuri, og narrativi um høgt arbeiðsloysi og lítið úrval av upplivingum mann sigast at hava vent 180 stig. Hugnaligar café’ir sum Café MorMor og Glasstovan hava latið upp, nokk av pitsa er at fáa á Tvøroyri, gistingarhús er lagst afturat og hvør veit hvat annað kann koma afturat hesum. Og so ikki at gloyma okkara stásiligu mentanarháborg SALT, ið stendur sum ein kattedralur hinumegin fjørðin, og er vorið eitt líka eyðsýnt súmbol fyri Tvøroyri, eins og operahúsið er tað fyri Sydney. SALT stendur onki aftanfyri hini mentanarhúsini í landinum, ja, kanska er tað tað flottasta okur eiga. Tá ið jeg nú nevni, at jeg búgvi í Suðuroy, fáa fólk nærum jólaljós í eyguni, og rósa suðuroynni upp um skíggj, fyri hennara vakurleika og spennandi upplivingunum her suðuri.
Guð viti um 17 ára gamla Sólfríð hevði trúð uppá, at hon ein dag kundi sita og sippa til ein caffelatté á Tvøroyri, ganga til konsert hvørt vikuskifti, um hon hevur hug til tað, og at hon fór at búgva í einum meira forkunnugum staði enn Avstralia, nevniliga Froðba. Føroyar eru nú kanska líka eksotiskar sum eitt nú Hawaii, Asorurnar ella Gran Canaria.
I Føroyum fekk Suðuroyggin serliga nógv uppmerksemi í 2020, tá ið føroyingar ferðaðust í egnum landi, og hesin áhugin sær út til at vara við.
Okur hava eisini sæð ein risa fólkavøkstur í Føroyum seinastu árini, ein fólkavøkstur, sum Tvøroyri eisini hevur fingið lut í, og jeg ivist onga løtu í, at ferðavinnan eisini hevur havt sín leiklut í hesum. Eitt orðatak er, ið sigur at “gløgt er gestsins eyga”, og tad mann sigast at passa væl í hesum førum. Síggja okur eina vakra mynd á Instagram og sosialu miðlunum av Føroyum, tikin av onkrum útlendskum ávirkara, eru okur so sera errin av at kunna kalla hetta okra heimland, og eru skjót at deila boðskapin út á okra egnu vangar á ymsu miðlunum. Tað, ið ferðavinnan hevur givið okkum, er hatta eyka elementið, toppurin á kransakøkuni, av at tíma at búgva í Føroyum. Eisini hava okur funnið útav, hvussu fantastisk okkara náttúra er, og hvussu gott tað er fyri likamligu og sálarligu heilsuna, at vera í Guðs fríu náttúru. Um okur trívast her á staðnum, ja, so trívist ferðavinnan eisini.
Tosa okur um ferðavinnu í Føroyum, sleppa okur heldur ikki undan, eisini at tosa um avleiðingarnar, ið kunnu standast av ovurferðavinnu, og m.a. slit á náttúruna. Hetta er nakað, ið mangan fyllir nógv í miðlunum, og er við til at ávirka okra hugburð mótvegis ferðavinnuni neiliga. Tað er sera harmuligt, at tað neiliga skal taka yvir, tí í tí løtu gloyma okur eisini alt tað góða, ið kann standast av hesi vinnu.
Átakið Closed For maintenance er eitt sera gott dømi uppá, hvussu okur í Føroyum royna at ganga undan, og bjóða ferðafólki henda vegin, at bøta um gongugøtur, soleiðis at okur betri kunnu verja náttúruna. So okur eru á góðari leið.
Latum okkum heldur standa saman um at finna loysnir, ið eru til gagns fyri okum øll, og sum verja okra sárbaru náttúru. Okur skulu tora at seta krøv, og at dríva ferðavinnuvirksemi eftir okra fortreytum.
Einans við at tora at seta treytirnar og at ganga undan, kunnu okur tryggja eina burðardygga ferðavinnu, ið eisini er til gagns fyri tað lokalsamfelagið, hon er partur av. Tí at trívist ferðavinnan, so trívast okur eisini. Og um okur ynskja øll hesi mentanar- og frítíðartilboðini, ið eru komin seinastu árini, so noyðast okur eisini at stuðla teimum, og vera góð við tey. Um okur ikki taka undir vid tí, sum er her, og taka lut í teimum tiltøkum, ið eru her, hvussu skulu onnur so tíma tað? Latum okkum tí øll lyfta í felag, fyri at tryggja ein spennandi Tvøroyrar bý, sum okur øll eru góð við, og tíma at búgva í.
Jeg fari at enda við at endurgeva kekkiska rithøvundan, Ivan Klíma, leysligani umsett úr enskum: ”At oyðileggja er lættari enn at skapa, og av hesi orsøk eru nógv fólk altíð til reiðar, at mótmæla tí, teimum ikki hóvar. Men hvat høvdu tey sagt, um onkur spurdi tey, hvat tey vilja hava ístaðin?” Við hesum vóni jeg, at okur kunnu royna at byggja upp heldur enn at bróta niður, og vera konstruktiv heldur enn destruktiv.
Til seinast fari jeg at ynskja tykum øllum eina framhaldandi góða mentanarnátt, og jeg vóni at tykur fáa eitt gott og hendingarríkt kvøld.
 
Mentanarnáttin 2022 er hervið sett.
 
 
Takk fyri.
 
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn