FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


10-05-2022

Lær teg at brúka Samleikan og Vangan

Í samstarvi við Talgildu Føroyar, verða borgarar 60 + bodnir á Seglloftið í morgin, ónsdagin 11. mai, frá 16:00 - 18:00. Kaffi og okkurt afturvið, verður at fáa.
Sí kunning her, frá Talgildu Føroyum:
Vilt tú hava hjálp at brúka Samleikan og Vangan? Kom í talgildi Tvøroyri
Alsamt størri tørvur er hjá okkum øllum at kunna samskifta talgilt og avgreiða síni viðurskifti á netinum. Í tí sambandi vilja vit í Tvøroyrar kommunu hjálpa teimum, ið hava ringt við talgildu tøknini.
Vit bjóða øllum, ið eru yvir 60 ár til kunningarfund um talgilding, har vit seta sjóneykuna á, hvussu vit brúka nýggju tøknina.
Kunningarfundurin verður:
Hvar: Seglloftið.
Nær: 11. mai 2022 kl 16-18
Umboð frá Talgildu Føroyum fara at veita hjálp til at brúka Samleikan og Vangan.
Stig fyri stig vegleiða tey, hvussu tú fært Samleika appina niður á fartelefon ella teldil og skrásetur teg. Tey vegleiða eisini um, hvussu tú ritar inn á Vangan og Netbankan. Eisini fært tú kunning um møguleikarnar, ið eru á Vanganum.
Øll áhugaði eru vælkomin. Vit viðmæla, at tú hevur telefon ella iPad við tær. Um tú ikki hevur Samleikan, fært tú hjálp at skráseta teg á kunningarfundinum. Minst til at hava pass ella koyrikort við tær.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn