FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


12-04-2022

Nógv fólk vóru til morgunmat á Seglloftinum

Leygardagin 9. apríl skipaði Tvøroyrar kommuna fyri morgunmati á Seglloftinum, fyri eldra ættarliðið í kommununi.

Bindi Madsen, ið fyri stuttum yvirtók raksturin av Seglloftinum, borðreiddi við heimagjørdum bollum og framúr væl smakkandi viðskera. Álvur Enni las hegnisliga søgu upp fyri áhoyrarunum, Gudrid Nolsøe greiddi frá um væl vitjaðu vælveruvenjingarnar hjá Tvøroyrar kommunu og Tróndur Enni koma avbera væl frá tónleikaframførðslu síni.

Ein forkunnug løta, ið, sum vera man, fyrireikararnir vóru sera spentir upp á, hvussu nógv fóru at vitja. Tá av tódnaði vóru yvir 60 fólk møtt upp til morgunmatin og var tiltakið sera væl eydnað.

Fólk lótu væl at bæði mati og undirhaldi og vildu fegin vitja aftur næstu ferð. Samtykt er, at bjóða eldra ættarliðnum hetta tilboð 4 ferðir um árið og er tað okkara vón, at gróðrarbotnur nú er lagdur undir einum framhaldandi góðum tiltaki, til gleði og gagns fyri okkara borgarar.

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn