FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


30-12-2020

Nýggjárshald og korona tilmælir.

Gamlaárskvøld verður nakað øðrvísi í ár enn hetta plagdi at vera. Øll minnast á góðu løturnar frá farnum nýggjárshaldum, og hava sæð fram til, enn einaferð at fáa møguleikan at uppliva stóra nýggjársbálið og kyndlagonguna, til fragd fyri fólkið sum her býr.

Í ár verður nýggjárshaldið skert vegna Covit-19, sum hevur avmarkað frælsið hjá øllum borgarum mestsum alt 2020, og nýggjarsnevndin hevur gjørt av bert at skjóta fýrverk, og ikki fyriskipa nýggjársbál, kyndlagongu og felags morgunmat, orsakað av evt. smittuvanda.

Tvøroyrar kommuna mælir øllum borgarum til at fylgja seinastu tilmælunum frá, fútanum, landslæknanum og Páll Weihe, nú fólk savnast til nýggjárshald:

  • Michael Boolsen fúti: “Bjóða so fáum sum gjørligt, millum 10 og 20 fólk, og ver í tínari egnu sosialu boblu, ikki savnast í fleiri bólkum.
  • Lars Fodgaard Møller, landslækni:  "Vit mugu ansa uppaftur betur eftir, og um nýggjárshalguna bert vera saman við familjuni og teimum vit koma saman við dagliga. Vit noyðast at gera hetta fyri at fáa tamarhald á smittuni, eins og vit gjørdu í vár"
  • Pál Weihe:  "Nýggjarsveitslurnar eiga at verða avlýstar hesaferð, og vit skulu halda okkum heima saman við familjuni og ikki savnast í størri flokkum"

Øllum verður ynskt gott nýggjár.

 
 
 
 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn