SJÁLVGREIÐSLAN
Tú ert her: OYÐUBLØÐ <<


30-08-2023

Umsókn at brenna størri bál

Oyðublað kann heintast her.
 
At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til ampar og dálking. Tí er neyðugt at vera ansin!
Innan bálið verður kynt, er umráðandi: at fáa loyvi frá kommununi til at brenna bál. Tó einans um talan er um størri bál, so sum jóansøkubál og nýggjársbál.

Tá bál verður kynt, er umráðandi: Einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar og ikki at brenna burturkast.

Tá bálið er slóknað, er umráðandi: at rudda upp og at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.

 

Øll málsviðgerð hjá Tvøroyrar Kommunu er fevnd av dátuverndarlógini. Meira kunning um hetta er at finna her

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn