HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


05-07-2022

National Geographic Explorer vitjar Tvøroyri

Í dag hevur Tvøroyri vitjan av enn einum ferðamannaskipi. Beint áðrenn middag legði skipið National Geographic Explorer at Tvørakei og við honum eru uml. 120 ferðafólk, har meginparturin er úr USA. 4. juli er tjóðardagur í USA og í tí sambandi varð amerikanska flaggið eisini vundið á stong á havnarlagnum.
Sambært heimasíðuni hjá reiðarínum, er skipið eitt fyrsta floks rannsóknarskip í ís-klassanum og pláss er fyri 148 ferðandi í 81 kømrum. Skipið er bygt í 1982 og er heimahoyrandi í Nassau. Longdin er 112 metrar og breiddin 16,5 metrar.
Forkunnugi gesturin verður liggjandi til á miðnátt, áðrenn hildið verður til havs aftur.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn