HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


15-07-2015

Vinnutátturin - Suðuroyar Apotek

Spákar tú tær ein túr Undir Heygnum á Tvøroyri, so er ein tann fyrsti bygningurin tú kemur framvið, Suðuroyar Apotek.  Síðan 1964 hava fólk leitað sær júst haðar, tá tey hava havt tørv á heiligvági, ella øðrum til heilsu og kropsrøkt.

Fá munnu tó geva sær far um, júst hvat fyrigongur handan veggirnar aftanfyri diskin. Vit vóru ein túr framvið og fingu okkum eitt prát við Fríða Jensen, ið er dagligur leiðari á Apotekinum. Tað fyrsta tú leggur merki til, tá tú kemur inn, er hvussu reint og væl hildið alt er. Lívligt er har hendan dagin vit vitja og starvsfólkið hevur úr at gera við at tæna viðskiftafólki við diskin, avgreiða forskriftir, ið tey hava fingið sendandi frá læknunum í oynni og annars við at halda skil á stóru goymsluni hjá teimum – og goymslan er sera stór: “Í løtuni hava vit millum 6-7.000 vørunummur í goymsluni og tað er okkara ábyrgd at syrgja fyri, at vøran liggur at rætta stað og at hon verður goymd eftir forskriftunum”, sigur Fríði.

Hann sigur eisini, at tey á apotekinum eru sera stólt av, at tey hava fingið ISO-góðkenning í 2013 . Ein tílík kemur ikki eftir einum degi og fyri at varðveita hana, so eru tey undir strongum, árligum eftirliti – ja, tað kennist næstan sum ein próvtøka hvørja ferð, leggur Fríði afturat. Ein slík góðskuskipan tryggjar at tú skalt liva upp til ávís góðskukrøv og hettar skal við jøvnum millumbilum mátast uppá og skjalprógvast.

Apotekið er annars ikki tað, ið lat upp á sinni á Tvørabakka 28. Januar 1931. Í dag eru 13 fólk í starvi. Fríði er farmaseutur og Apotekari, meðan restin antin eru farmakonomar ella farmakonnæmimgar  umframt eitt hjálparfólk og eitt reingerðarfólk. “Á Apotekinum royna vit altíð at draga starvsfólkini uppí arbeiðsgongdina í húsinum. Hetta fyri at optimera okkara góðskustrygging og arbeiðsumstøður. Vit hava í løtuni 3 lærlingar og meta vit tað vera sera týdningarmikið at seta gott fólk við, ið veruliga brennur fyri arbeiðinum”.

Fríði sigur, at farmakonomlærlingarnir eru í læru í 3 ár. Ein partur av lærutíðini fyrigongur á Farmakomomskúlanum í Hillerød í Danmark, men meginparturin fyrigongur so her á staðnum. Lærlingarnir fáa eina uppgávu frá læristovninum um vikuna, ið tey so skulu loysa.

Vanliga eru 6-7 fólk til arbeiðis í senn á Apotekinum og ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg, sum áður nevnt, um at optimera goymsluna, so hon er so væl virkandi sum gjørligt. Fríði sigur, at tey hava tveir høvuðsveitarar : Nomeco í Danmark og Tjaldurs Apotek í Tórshavn og at tey fáa alla vøruna lidna til goymsluna. Fyri nøkrum fáum árum síðan var tað tó annaleiðis – tá framleiddi Apotekið til dømis sjálvt krem, hostasaft og so framvegis.

Fríði nevndi eisini, at Apotekið á Tvøroyri stendur einsamalt fyri skipanini við fiskavaccinu í Føroyum. Hann sigur, at hettar er  frá tíðini, tá Heri Mørkøre var Apotekari og dámar teimum væl at hava hettar um hendi eisini. Apotekarin metir, at Apotekið virkar væl í dag, hóast fitt av arbeiði hevur verið at fáa nýggju EDV-skipanina at virka sum ætlað. Soleiðis er tað tó ofta, tá nýggjar skipanir skulu roynast og fólk skulu broyta mannagongdir, ið eru uppbygdar ígjøgnum mong ár.

Um framtíðarætlanirnar hjá Apotekinum sigur Fríði, at robottar sum taka tilbúningar fram til forskriftir, er nakað sum vinnur fram og er hettar óivað við til at mynda framtíðina innan apoteksyrkið.

Vit takka Fríða fyri prátið og ynskja honum og starvsfólkunum alt tað besta. 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn