HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


01-04-2015

Vinnutátturin - Richard B. Thomsen

 

 
Vinnutátturin vitjar hesuferð aftur á havnarlagnum. Vit eru og vitja Richard og Henrik Thomsen, ið saman reka stóra timburhandilin A/s Richard B. Thomsen & Søn.

Trupult er, at skriva nakað skjótt um hesa fyritøku, ið hevur eina so ríka søgu og hevur havt so nógv at siga fyri Tvøroyri. Í dag kenna vit RBT sum ein timbur- og amboðshandil, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Frá at hava verið ein lítil heilsøla, hevur virksemið fevnt so víða sum til reiðaravirksemi, sølu av koli, kolonialhandil og ger av flamingokassum .

Richard og Henrik eru báðir sera áhugaðir í søguni hjá familjuni og vitjar tú kontórið hjá teimum, so eru tað søguligar myndir, ið prýða veggirnir í snotuligu hølunum.

Richard sigur, at fræið til fyritøkuna varð sátt í 1929, tá Richard B. Thomsen, abbi núverandi Richard og Henrik, fór úr T.F. Thomsen, handilsfyritøkuni, og byrjaði fyri seg sjálvan.

Richard bygdi eitt pakkhús við síðunar av tí, ið vit í dag nevna ísvirkið. Fyrst varð byrjað við heilsølu av millum øðrum sigarettum, sigarum, osti og Molly-blikkum, ið var fløti í dósum. Selt varð eisini ymiskt byggitilfar, viður og sement. Tá í tíðini var eingin timburhandil og handlarnir innfluttu tí sjálvir timbur.

Trolararnir vóru keyptir í bretskum pundum, sum tá var tengt at gullvirðinum. Hetta hevði við sær mitt í tjúgunum, at bretska pundi  hækkaði í virði mótvegis donsku krónuni, somikið nógv at trolarirnir blivu alt ov dýrir, og ikki kundu rekast við vinningi. Tískil yvirlivdi trolaravirksemið ikki. Seinni kom so kreppan á Wall Street, bretska pundi varð loyst frá gullvirðinum og alt skramblaði saman.

Undir krígnum seldu Richard, og sonurin Henning, kolasnús, ið var dustið, ið lá eftir tá kol var brotið í Rangabotni. Hesum sigldu teir kring oyggjarnar við undir krígnum, tí fólk norðanfyri høvdu einki at fýra upp við, annað enn torv, ið ikki brendi eins væl og kol.

Richard, konan Ingrid og Henning, stovnsettu A/S Richard B. Thomsen & Søn í 1946 og í 1954 bleiv navnframa Marité keypt, saman við AT (Arbejdernes Trawlforening). Gamla myndin, ið vit síggja her, vísir hvussu tað sá út uml. 1954, tá fiskivirksemið var tað, ið fylti mest í fyritøkuni. Sum tíðin gekk so yvirtók Henning virksemið, tí pápin, Richard B. Thomsen, var farin at eldast og yrkið sum rithøvundur fylti meira í gerandisdegnum hjá honum. Richard var, um tað mundið, mest lisni høvundin í danska kongaríkinum.

Í mong ár gekst væl við fiskarínum, men mitt í sekstiárunum minkaði toskafiskiskapurin í Grønlandi, so Marité varð løgd fyri teym. Virksemið bleiv nú so við og við flutt út úr gamla pakkhúsinum og til staðið, har handilin liggur í dag. Umstøðurnar vóru tó alt annað enn lagaligar tá. Í 1972 flutti Richard(yngri) heim eftir loknan studentalestur og í 1974 kom Henrik heim og byrjaði at arbeiða í fyritøkuni.

Richard minnist enn fyrsta kundan ið kom, tá hann var byrjaður. Tað var ein bátur, ið kom úr Víkabyrgi at keypa við. Viðurin varð so stúvaður væl ig virðiliga umborð og fluttur til Víkabyrgis, sjóvegis. Beinanvegin Richard byrjaði, royndi hann at yvirtala pápan til at keypa trukkar til goymsluna. Henning var av gamla slagnum og heldur konservativur, men skjótt sá hann tó, at skuldi fyritøkan mennast, so var neyðugt við nøkrum íløgum, ið gjørdi tað høgligari at arbeiða.

Um hetta mundið, so yvirtóku brøðirnir eisini so líðandi virksemið hjá RBT. Uttari Handil, ið tá eisini var í fyritøkuni, og Marité, drenaðu fyritøkuna fyri kapital og avgjørt varð tí at selja Marité og lata Uttara Handil aftur. Marité varð seld til Svøríkis miðskeis í sjeytiárunum. RBT hevði avgreiðslu fyriStar Line og Traderline, samstundis sum fyritøkan eisini stóð fyri at lossa skipini hjá Faroe Ship. Lagt varð tí nógv um til flutning og kom fyrsti trailarin í 1984.

RBT tók veruliga dik á seg í 80-unum. Inntøkurnar vuksu og tað var úr at gera heilt fram til 1992, tá bankakreppan legði alt landið í skeljasorð. Góðu árini høvdu tó gjørt, at fyritøkan var fíggjarliga sterk og nú kundi standa ímóti. Saman við Petur Hammer, bleiv Coma Pack nú stovnað, tí at tað var sjón fyri søgn, at stórur tørvur var á flamingokassum til fiski- og alivinnuna í oynni. Fyritøkan sum framleiddi flamingo frammanundan ComaPack, megnaði ikki at veita nóg mikið av tilfari og við hegni og hepni, eydnaðist tað Coma Pack at megna hetta eftir hálvum ári. Framleiðslan á Coma Pack byrjaði í 1994 og er framvegis í gongd. 5 fólk arbeiða á ComaPack

Í 1995 keypti RBT trolaran “Beinta”, saman við Diaba Ludvig á Tvøroyri. Raksturin gekst væl tey árini hann var í felagnum. Trolarin varð seldur til Hvalbiar í 2000 og varð fiskiloyvið sostatt verandi í oynni.

Í dag arbeiða 8 fólk hjá RBT, fyri uttan tey 5 í ComaPack. RBT er partaeigari í NorServ og eigur eisini 1/3 av FøroyaPrent. Brøðirnir siga, at í løtuni er sera smáligt byggjarí á Tvøroyri og tað merkja teir væl. Tað er ikki nýgerð av húsum, ið er tann mest støðuga inntøkan hjá fyritøkuni, men í staðin er tað umvælingararbeiði, ið mest er at gera við í løtuni.

Tað er stutt síðan at handilin varð umvældur og ymiskt bleiv gjørt nýtt. Brøðurnir siga, at sum nú er, so eru teir nøgdir við støðuna sum hon er og ætla sær ikki undir stórvegis broytingar komandi tíðina. Teir eru við gott mót og meta seg vera partar av einum spennandi arbeiðsplássi, har eingin dagur er eins og hin frammanundan.

Vit fara at takka brøðrunum fyri samrøðuna og ynskja teimum alt tað besta við fyritøkuni.




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn