HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


26-02-2015

Vinnutátturin - ALVAL

 

Eg var ein túr á gólvinum hjá ALVAL og fekk mær eitt prát við Poul og nýggja eigaran Tóka Niclasen. Poul stovnaði fyritøkuna 15. november 1997 í Øravíkarlíð í einum umbygdum hoyggjhúsi, sum í dag er partur av heiminum hjá familjuni Dam.

“Eg byrjaði við at selja reingerings- og sveisitilfar og tað havi eg hildið fast við til dagin í dag. Afturat eru so komin trygdarútgerð og arbeiðsklæðir. Tað vóru sjálvandi heilt aðrar umstøður ein arbeiddi undir tá og ikki minst kravdi tað sítt at byrja heilt av nýggjum.”

 

Poul var einsamallur fyrstu árini og fyrsta starvsfólkið, trongisvingurin Rúni Nielsen, kom í 1999.“Kjarnustyrki okkara  er, at veita tænastu til lokala vinnulívið og tað almenna virksemið, ið er í oynni. Tó hava vit eina ávísa sølu norðanfjørðs, serliga av arbeiðsklæðum. Til stuttleikar kann nevnast, at ALVAL er størsti veitari í Føroyum av dygdarklæðum frá Kansas og Ocean. Byrjanin var sera svingandi. Tá alivinnan fór fyri bakka á sinni, merktist tað sera væl hjá okkum. Tað var  ein sera trupul tíð, men sigast kann kanska  nú, at fyritøkan kom styrkt burturúr kreppuni.Í dag sær  vinnulívsmynstrið annaleiðis út og ikki minst síðan Varðin kom, hava vit fingið væl meira at gera. Tað merkist eisini væl, at tað eru uppgangstíðir í alivinnuni. “

 

Eg spurdi Poul, hvønn leiklut Tvøroyrar Kommuna hevur havt fyri ALVAL.“Tvøroyrar Kommuna hevur altíð verið ein stórur og sera trúfastur kundi. Vit hava altíð kent okkum sera væl viðfarin av kommununi, og eru vit sera takksom fyri tað.”

 

Eg spurdi bæði Poul og Tóka, um tað var nakað, ið kommunan kundi gjørt betur, fyri vinnuna á havnarlagnum og báðir vóru samdir um, at eitt skelti við omankoyringina til havnarlagið, hevði verið sera gott. Eitt skelti, ið greitt lýsti hvat fyrifórst á økinum. Tóki helt eisini, at ein heimasíða fyri Tvøroyrar Havn hevði verið sera góð til at lýst virksemið har, tí skjótt er at hvørva í meldrinum av trailarum og bingjum.

 26. mars fara Poul og familjan til Danmarkar, har tey fara at búleikast í Hobro. Eina tíð verður hann tó til taks fyri Tóka, so skiftið verður so lætt sum gjørligt. Tað er eingin loyna, at tað var heilsustæðan hjá Poul, ið gjørdi at hann valdi at støðga og selja sín part í fyritøkuni og tað er tí við sorgblídni hann gevst.

 

Poul hevur leingi verið partur av býarmyndini á Tvøroyri og eg helt tað vera stuttligt at vita, um hann kendi seg sum tvøramann ella havnamann.“Eg havi ongantíð kent meg so nógv sum havnamann, sum júst nú. Hatta ljóðar nokk undarligt, men jú longur eg havi verið her, jú meira havi eg leitað mær aftur til røturnar. Í byrjanini var eg so nógv tvøramaður og suðuroyingur, at tað kanska varð ov nógv av tí góða. Momman royndi altíð at minna meg á hvar eg kom frá og gav mær millum annað Havnar Søgu í jólagávu. Tað hevur tó fyrst verið seinastu árini, at eg havi hugsað meir um mítt upphav. Røturnar til Sumbiara eru eisini sera sterkar, eri av blóðsbandi næstan heilur sumbingur, men tað er í Havn, at eg eri føddur og uppvaksin.

Tá tað so er sagt, so vil eg siga Tvøroyri og TB FOREVER! Eg havi altíð, og eg meini altíð, hildið við TB og tað kemur ongantíð at broytast! Genturnar hjá mær eru tvøragentur og tí vil Tvøroyri altíð vera ein stórur partur av mínum samleika – hesin staður hevur givið mær nógv!”

 

At enda spurdi eg Poul, um hann hevði nakra heilsu at bera:“Eg havi so nógv uppá hjarta, at tað er torført hjá mær at vita hvar eg skal byrja. Fyrst vil eg senda eina serliga heilsu til mín kæra starvsfelaga, Ann-Mari Berg í Heiðunum.  Altíð hevur tú verið mær ein hollur stuðul og títt arbeiði kann ikki setast ein fingur á. Eg vil av hjarta takka tær fyri alt og ynski tær allarbestu eydnu, ið framtíðin kann bjóða tær. Samstundis vil eg takka øllum teimum, ið hava starvast í ALVAL gjøgnum árini. Øll, uttan undantak, hava tit verið við til at mynda virkið og verið við til at gera tað til tað, ið tað er í dag. Eg vil eisini nýta høvið til at senda eina heilsu til Gudmund Mortensen. ALVAL leigar hølini frá N.J. Mortensen, og hevur samstarvið millum partarnar verið fyrimyndarligt.

Eg vil eisini senda eina heilsu til tvøráfólk og suðuroyingar sum heild. Eg gjørdist ikki sørt skakkur og ikki minni rørdur, tá eg sá hvat fólk skrivaðu, tá Suðurrás skrivaði um mína avgerð at gevast. Altíð havi eg kent meg vælkomnan í Suðuroynni, men at fólk vístu seg at vera so kensluborin um at eg havi valt at siga farvæl, ja so fekk eg ein stóran klump í hálsin! Hetta fari eg aldrin at gloyma og aldrin fari eg at gloyma lætta og skemtingarsama lyndið hjá suðuroyingum! Takk fyri alt tit hava verið fyri meg, mína fyritøku og mína familju! Tað er fyrst og fremst tit, ið hava hildið lívið í ALVAL . At enda vil eg bara ynskja Tóka alt tað besta við ALVAL og eg vóni at tað fer at gangast honum væl. Tóki er nærlagdur og veit hvussu tingini skulu gerast, so tað ivist eg onga løtu í fer at eydnast honum”

Tað var ein kensluborin Poul, ið her fekk sett seinastu orð á hetta kapittulið í lívinum hjá sær. Nú byrjar eitt annað og kenna vit Poul rætt, so verður tað ikki minni spennandi hjá honum.

 Tóki hugleiður eisini um byrjanina í ALVAL:

“Eg byrjaði at arbeiða “allahanda” her í ALVAL í 2013, hálva tíð. Eftir einum hálvum ári valdi eg at fara at arbeiða hjá Varðanum, fyri at fáa fleiri tímar. Eg hevði hoyrt onkrar ábendingar um, at Poul fór at gevast, og tá eg so sá tíðindastubban á Suðurrás, so setti eg meg í samband við Poul. Eg helt, at ALVAL var ein spennandi fyritøka, og sjálvur helt eg tað verða týdningarmikið, at suðuroyingar framhaldandi mynda fyritøkuna. Poul hevði merkt stóran áhuga fyri at yvirtaka ALVAL og hevði fingið fleiri tilboð, tíbetur valdi hann meg. Áhugin var bæði lokalur og úr norðaru oyggjunum.

Fyri meg kennist tað sum ein fyrimunur, at eg havi starvast her áður, tí eg kenni flestu kundarnar og eg veit hvat tænastustøði ALVAL stendur fyri. Poul hevur verið mær ein stór hjálp nú í ein mánaða og eg fari at brúka alt ta, eg havi lært, men samstundis geri eg nakrar tillagingar eftir egnari, bestu sannføring. Tú kanst siga, at eg fari at reka ALVAL víðari í andanum hjá Poul. Tænastustøðið í ALVAL er sera høgt, og tað fari eg at varðveita. “

Tóki fer ikki at broyta nakað á starvsfólkaøkinum, tó fer hann sjálvur at taka sær av útkoyringini tórsdagar. Tað er eitt kærkomið høvi, til at knýta nøkur persónlig bond til kundarnar, heldur Tóki. Hóast hann kemur til at arbeiða fulla tíð, so hevur Poul  lagt honum  eina við, ikki at gloyma familjuna og tað at halda frí!

Tóki sigur eisini, at hann fer ikki at broyta lýsingarprofilin hjá ALVAL. Felagið er sera sjónligt í oynni og tað ætlar hann at halda fram við. Størsta broytingin verður nokk tann, at ALVAL fer at nýta Facebook meira sum lýsingarmiðil. Tí, sum Tóki sigur “Vilt tú vera við har fólk eru, ja so noyðist tú at verða har tey eru og ikki vera soleiðis innstillaður, at tú ikki vilt broyta nakað”. ALVAL fer eisini at hava okkurt fast vikutilboð, men tað verður meir at frætta um tað seinni.

Tóki vildi eisini fegin bera eina heilsu til fráfarandi stjóran:“Tað er ikki bara tú, ið gevst við sorgblídni – eg taki yvir við sorgblídni! Ikki tí, eg eri sera, sera spentur uppá uppgávuna, men samstundis merkir tað so, at eg sigi farvæl við teg. Líka síðan eg flutti heim aftur og lærdi teg at kenna, hevur tú verið mær ein sannur vinur og ikki einans ein arbeiðsgevari. Vit hava eisini hildið sambandið eftir at eg gavst í ALVAL á sinni og mangir litrar av kaffi eru farnir niðurum afturvið nøkrum, til tíðir, hvøssum og skemtingarsomum orðum. Eg fari at sakna teg sum vin og samstarvsfelaga og eg ynski tær alt tað besta á tínu víðari lívsleið. Eg vil vissa teg um, at eg fari at reka ALVAL víðari í tínum anda, og eg vil eisini vissa tær í, at ALVAL er í góðum hondum!”

Tvøroyrar Kommuna vil takka Poul fyri at vera ein aktivur viðleikari í vinnulívinum á Tvøroyri í so mong ár. Vit vilja eisini ynskja Tóka bestu eydnu í nýggja starvinum og blíðan byrð við virkinum. Vit gleða okkum til komandi samstarvið.

Undirritaði, Bjarni Nygaard, vil eisini takka hjartaliga fyri hugnaligt prát og ynskja Poul og Tóka alla ta eydnu, ið lívið nú einaferð kann bera teimum.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn