HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR


23-08-2018

Til lukku til ársins lampuhandil 2018

 

Ársins lampuhandil í kongaríkinum liggur ikki á Strøgnum í Keypmannahavn, men á Tvøroyri. Vinnugreinafelagið Dansk Belysning, sum á hvørjum ári kjósir “Årets belysningsbutik”, hevur í ár valt El-handilin hjá Bærendsen Teknik, ið liggur á Sjógøta á Tvøroyri.

Hjúnini Nina og Bergur Bærendsen, sum reka El-handilin á Tvøroyri, hava á samkomu 17. august í Herning fingið handað viðurkenning og heiðurssteyp.  

Tvøroyrar kommuna ynskir teimum til lukku, og borgarstjórin hevur vitjað í handilin við einum blómutyssi.  Tað er eitt flott avrik, at ein handil í Suðuroy klárar at fáa slíka viðurkenning, og er eitt dømi um, at tað ber til at reka ein staðbundnan fysiskan handil í einari tíð, ið er merkt av miðsavning og nethandli. 

El-handilin á Tvøroyri var ein av fimm handlum, sum í ár vóru tilnevndir, og  El-handilin varð valdur fyri at vera mest fjølbroytti og nýhugsandi handil, sum veitir góða kundatænastu. 

Bergur Bærendsen, stjóri, leggur dent á, at metingarstøðið ikki hevur verið at finna tann størsta og flottasta handil, ið selur mest, men heldur er hugt eftir, hvussu væl handilin er tillagaður marknaðin við einum blandingi av góðum úrvali, tænastustøði og kappingarførum prísum. Eisini vísir hann á, at hetta er ein viðurkenning av dugnaligu starvsfólkunum og konuni, Nina, ið er leiðari í handlinum.

El-handilin á Tvøroyri byrjaði í 1995, men virksemið í familjufyritøkini  byrjaði longu síðst í sekstiárunum. Núverandi handil varð innrættaður í 2008, tá ið virksemið í SP/f Bærendsen Teknik aftur varð savnað undir einum taki. Í løtuni arbeiða 22 fólk í fyritøkuni, her av 3 í handlinum.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn