HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


29-01-2018

Oljudálking í Froðba

Týsdagin komu fleiri fráboðanir um raman oljulukt í Froðba og olja sást í sjóvarmálanum, skamt frá tyrlupallinum. Fólk vildu, sum vera man, gjarna hava staðfest hvar hetta kom frá og fóru fólk frá tilbúgvingini tí at kanna hetta.

Oddur Dimon, tilbúgvingarleiðari, kundi skjótt staðfesta, at oljan kom frá tyrlupallinum og boðaði løgregluni frá hesum. Eftir at hava tosað við starvsfólkið á tyrlupallinum, kundi staðfestast at eitt óhapp var hent seinast tangabilurin hjá Effo fylti olju á oljutangan á tyrlupallinum. Bunkringin hevði gingið fyri seg í myrkri og ringum veðri og tí hevði eingin varnast at olja lak niður í bøin. Tá tað varð eftirkannað, vísti tað seg at uml. 600 litrar av brennievni til tyrluna var likið út.

Oddur sigur, at sløkkiliðið hevur tamarhald á støðuni og er í ferð við at taka oljuna upp. 

(Myndin er tilvildarlig)
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn