HAVN OG VINNULÍV
Tú ert her: HAVN OG VINNULÍV << - GREINAR
STOVNAR


31-07-2014

Væleyðnað hátíðarhald á nýggja havnarlagnum


Leygardagin 19. Juli 2014 kl. 15:00 var alment hátíðarhald á havnarlagnum á Tvøroyri, í samband við at Tvøroyrar Kommuna yvirtók nýggja havnarøkið.

Hóast tung skýggj og regn aðrastaðni í oynni,  helt tað turt, og fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær oman á økið framman fyri Kongaliga Handilin.

Aftaná at Marner Lisberg hevði bjóðað øllum vælkomnum, helt Jón Sigurdson, stjóri hjá Articon, røðu og handaði síðani borgarstjóranum, Kristin Michelsen, nýggja havnarlagið.

Borgarstjórin takkaði Articon og øllum ið hava havt eina leiklut í verkætlanini. Eisini  ber hann fram hugleiðingar um søguligu menningina av Tvøroyrar Havn,  áðrenn snórurin var kappaður við einum  grindaknívi,  gjørdur til endamálið.

Tvøroyrar Hornorkestur spældi, og sløkkiliðið  vísti síni kynstur á havnarlagnum.  Eisini legði “Suðringur” at, og gjørdist sostatt fyrsta skipið ið lá við bryggju í nýggju havnini.

Síðani varð farið niðan á Seglloftið har móttøka var fyri almenninginum.

Her ber til at síggja myndir frá degnum

 

Nýggja havnarlagið í tølum:  
Longd á bryggju: 180 m
Dýpið: 11 m
Turrlagt: 
8840 m2
Prísur:  uml. 36 mill
  




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn