NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


21-04-2023

VIÐARLUNDIN VERÐUR HAMPAÐ

Seinastu dagarnir hevur ljóðið av motorsagum rungað í viðarlundini, lokalt nevnt Plantasjan, í Trongisvági. Kanska ikki eitt ljóð, ið ein ynskir at hoyra í eini viðarlund, men viðhvørt kann tað gerast alneyðugt.
Farni veturin er tíverri farin sera illa við Plantasjuni, ið fyllir 100 ár komandi ár. Nógv trø eru koppaði í stormunum, ið hava verið og hava antin ligið heilt ella partvíst niðri á jørðini. Tílík trø, ið ikki standa í síni nátúrligu støðu, eru vandamikil hjá fólki at ganga fram við ella undir, tí brádliga kann okkurt geva seg, undir trýstinum frá tunga trænum.
Skógrøkt Landsins er tí í gongd við at saga hesi trø niður, ið eru til ampa og beinleiðis kunnu vera vandamikil fyri tey, ið koma framvið. Tvey fólk frá Skógrøktini eru komin suður, og fáa hjálp til uppruddingina av starvsfólkum frá kommununi. At saga trø niður eftir stormskaðum er vandamikið arbeiði, og tað kemur væl við, at Skógrøktin nýligani hevur sett ein skógteknikara í starvi.
Í 1926 skrivaði Hedeselskabet om viðarlundina í Trongisvági:
"I Trangisvaag har Plantningen klaret sig langt bedre end ventet, men man maa nok i Fremtiden være forberedt på en Del Ødelæggelse af Storm om Vinteren."
Sæð í hesum ljósinum má sigast, at viðarlundin hevur klárað seg væl, síðan uppruna gróðarsetingina í 1924.
Sera hóskandi er nú útlit til at farið verður undir nýggja gróðurseting í næstum, soleiðis at vit kunnu hátíðarhalda 100-árið við einari rúgvu av nýggjum trøum.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn