NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR
STOVNAR


22-08-2019

Kunning frá IRF, nú nátatíðin er í hondum.

Hugsið um umhvørvið, tá tit taka nátar

Nú nátatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.
Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:
Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið.
Ruskplássið í Tvøroyrar Kommunu er opið soleiðis: Týsdag og tórsdag: 16.00-18.00 og leygardag: 15.00-18.00.

Lesið um fyribyrging av nátasjúku her https://bit.ly/2My7wD0

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn