BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


06-04-2022

Neysting í Froðba á

Neysting í Suðuroy á Hópfígging
Spennandi verkætlanin "Neysting í Suðuroy", ið Elin Maria Nolsøe Joensen og Sissal Fosaa standa fyri, er nú farin á Hópfígging.
Endamálið er at savna saman fígging til verkætlanina, soleiðis at hon kann fara av bakkastokki í Froðba komandi summar.
Við hesum vóna tær, at hugskotið um at geva siðsøguligu neystunum nýtt lív, við at heingja "BátaBól" í tey, kann roynast í veruleikanum.
Til ber at lesa meir um verkætlanina við at fara inn á síðuna á Hópfígging. Sí her https://www.hopfigging.fo/project/view/107...
Tvøroyrar kommuna ynskir Neysting bestu eydnu við verkætlanini.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn