BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


24-03-2022

Aftankvirra í Tvøroyrar Kirkju undir Earth Hour

Vakra Tvøroyrar Kirkja bjóðar øllum, ið hava hug til at leita sær í kirkju til eina friðarstund, at vera hjartaliga vælkomin leygarkvøldið í tíðarbilinum frá kl. 20:45-21:30.
Hetta tíðarskeiðið eru ljósini í býnum sløkt, fyri at vísa at Tvøroyrar kommuna er við í Earth Hour átakinum. Í hesum sambandi er Tvøroyrar Kirkja einans upplýst av stearinljósum og gevur tað løtuni ein heilt serligan dám.
Skipað verður fyri gongutúri, ið byrjar við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni. Jákup Jensen er frásøgumaður á túrinum, ið gongur niðan gjøgnum Valin, framvið húsunum hjá Bakka-Siggu, har Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnisavn hevur tendrað stearinljós, gjøgnum hugnaligu Sjúkrahúsplantasjuna og niðan á Hválin, har útsýnið er einastandandi gott yvir býin. Túrurin byrjar kl. 19:45. og øll eru vælkomin við.
Tá túrurin endar, verður farið út eftir Ovara vegi og fram við Tvøroyrar Kirkju, har fólk kunnu støkka inn á gólvið.
Myndin er lánt frá síðuni hjá Tvøroyrar Kirkju á Facebook, sí her
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn