BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


07-12-2021

Svimjihøllin dagførd og umvæld

Seinastu mánaðirnar er sera nógv arbeiði gjørt við svimjihøllina í Tvøroyrar skúla. Fyrr í ár varð dúkurin skiftur, eitt arbeiði, ið fyritøkan Aquaplan stóð fyri. Ventilar og rør vórðu eisini í stóran mun skift út og stóð lokala fyritøka Bærendsen Teknik fyri hesum.

Nú er farið undir at skifta vindeygu og hurðar í svimjihøllini og í musikkhølunum. Lokala fyritøkan KiRo stendur fyri hesum arbeiðinum og longu er komið væl áleiðis. Rútarnir oman móti skúlagarðinum eru nú skiftir og eftir tað verður tað rútarnir bæði suður og norður, ið skulu skiftast í musikkhølunum. Úthurðin oman móti skúlagarðinum, skal eisini skiftast. Har rútarnir í svimjihøllini verða skiftir, verða nakrir flisar eisini skiftir. Av tí at gomlu flisarnir í høllini ikki skaffast longur, verða myrkir flisar lagdur á, eins og í hurðapartínum, ið varð skift fyri tveimum árum síðan – KiRo gjørdi eisini hetta arbeiðið.

Svimjihøllin frá 1964 er ein tann minsta í landinum, men hon hevur altíð verið væl hildin við líka. Høllin verður væl vitjað og fólk lata væl at hugnaliga, heita hylinum.

Fleiri myndir eru at finna á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook. Sí her
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn