BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


06-07-2021

Samanumtøka av Virkin Tvøroyri

Juni mánaði var "Virkin Tvøroyri". Á mentanarnáttini hin 28. mai, vóru fleiri, ið skrásettu seg og lótu seg viga.
Nú er so komið hartil, at seinna viging fer fram og tey, ið hava skrásett seg frammanundan, kunnu koma inn og viga seg aftur og fáa at vita, hvat er hent við kroppinum síðan tey skrásettu seg.
Hetta fer fram í býráðssalinum á Tvørávegi 37, tórsdagin 8. juli, frá kl. 15:00 -18:00. Eins og fyrru ferðina, so fer alt fram 100% navnleyst. Tú skal bert hava seðilin við, ið tú fekst útleverað fyrru ferðina. Virðini, ið eru knýtt at nummarinum á seðlinum, verða so hildin upp ímóti nýggju virðunum, ið koma fram á degnum.
VIKUSKIFTI Á HILTON UPP Á SPÆL
Øll tey, ið hava skrásett seg, eru við í lutakastinum um eitt vikuskifti á Hotel Hilton í Havn. Talið, ið tit eru skrásett undir, er samstundis ein lutaseðil. Vinnandi talið verður kunngjørt her á síðuni fríggjadagin 9. juli og viðkomandi kann so seta seg í samband við Tvøroyrar kommunu, um vinnginin. Einkinavn verður almannakunngjørt.
Vælkomin í býráðssalin tórsdagin 8. juli millum kl. 15:00 og 18:00
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn