BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


25-06-2021

Heilsan frá borgarstjóranum

Tað er ein stórur heiður hjá Tvøroyrar kommunu at vera vertur fyri tjóðarhátíð suðuroyinga, jóansøkuni, ið verður hildin báðumegin longsta dag, og hevur Jóansøkan 96 ár á baki. Sostatt eru bert 4 ár til jóansøkan kann hátíðarhalda sín 100 ára dag.
Eitt, ið fyllur nógv á jóansøku, tað er ítrótturin, ið ikki hevur haft tær bestu umstøðurnar at virka undir síðan Grækarismessu í fjør, tá fyrsti Koronatilburður varð staðfestur í Føroyum. Her er ogra tjóðarítróttur, kappróður, serliga hart raktur, men vónandi vinna ogur á Korona. Fleiri av ogra ítróttarfeløgum klára seg stak væl, men hjá ogra aldursforseta TB, sær ikki gott út. Tatið ogum øll í felag royna at bjarga TB, tí rykkir besta liðið niður, so verður seinur dagur til TB kemur upp aftur í bestu deildina. Tvøroyri er fátækt um ogur ikki hava lið í bestu deildini.
Tvøroyrar kommuna hevur ein ógvuliga virknan leiklut í jóansøkuhaldinum, og er tað onki undantak í ár. Kommunan vil í mestan mun skapa góðar karmar fyri øll tey tiltøk, ið verða á jóansøku, og fyri allar gestir, ið koma at vitja, soleiðis at øll kunnu verða í góðum lag av at uppliva ogra mentan, felagsskap, felagssang og ítrótt. Eg vóni og vænti at ogur á Jóansøku, kunnu fara til eitt nú listaframsýning, kirkju, møtir, kappróður, fótbólt, felagssang og røður umframt nógv annað ein kann fara til, ikki minst at vitja fólk.
Tvøroyri er í menning, her er stórur fólkavøkstur og eisini inntøkuvøkstur - tað er at fegnast um. Nógv ungfólk, bæði pør og støk, somuleiðis nógv børn, flyta til Tvøroyrar, tað er gleðiligt og vónandi heldur henda góða gongd fram.
Sum altíð tvørtur um jóansøkuna er tað nakað í sermerkir, tað eru allar tær nýklæktu pisurnar, ið eftir nøkur strævin lestrarár kunnu fara ein túr úr reiðrinum. Hetta setur sín sermerkta dám á jóansøkuna. Jóansøkuskráin í ár er enn meira spennandi og enn meiri fjøltáttað enn undanfarin ár, og tað eiga tygur, ið hava tiltøk, og tygur, ið ár eftir ár leggja so nógva orku í at gera jóansøkuna til eina vinarliga stevnu at koma til, tøkk fyri tað tygur øll.
Tvøroyrar kommuna vil ynskja øllum, ið koma til ogra tjóðarhátíð, at verða hjartaliga vælkomin til Tvøroyrar, við vón um, at tygur enn einaferð kunnu fara norður um Suðuroyarfjørð og út um landoddarnar, bert við góðum minnum frá jóansøkuni 2021. Samstundis vil jeg ynskja ogra ítróttarfólki góð úrslit á Jóansøku. Somuleiðis ynski eg, at veðrið verður til vildar, so skal jóansøkan nokk blíva góð
Latið ogum njóta nakrar góðar dagar saman, har ogur við teimum møguligu avmarkingunum, tó kunnu fáa eina minniliga og góða jóansøku.
Vinarliga
Kristin Michelsen
borgarstjóri
 

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn