BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR
STOVNAR


01-06-2021

Enn ein frálík mentanarnátt farin framvið

Fríggjadagin 28. mai var árliga mentanarnáttin á Tvøroyri. Síðan 2011 er mentanarnáttin  blivin fyriskipað og hon er bert vaksin ár undan ári, til tað stóra tiltak hon er vorðin í dag.

Líka til 26. mai, seinnapartin, var tó ivi um, um vit vórðu noydd at avlýsa vegna koronastøðuna í landinum. Við góðum, opnum samskifti við landslæknan Lars Fodgaard Møller og yvirlæknan á Koronaráðgevingini, Pál Weihe, eydnaðist tað okkum, hóast alt, at gjøgnumføra tiltakið við nøkrum tillagingum. Hóast heldur kølið henda dagin, so spældi veðrið við og tað eydnaðist at koma ígjøgnum dagin uttan regn og vind.

Býurin var á tremur við fólki og stóðu fólkamongdirnar ikki nógv aftanfyri tær, ið vit vanliga síggja á siðbundnu jóansøkuni. Fólk valfartaðu millum tónleikatiltøk, barnatiltøk, “opin hús”, siglingartúrar og fyrilestrar.

 

Tøkk til øll, ið vóru við

Eitt tiltak sum mentanarnáttin, við so nógvum ymiskum at fara til, krevur drúgva fyrireiking fyri at fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind. Her mugu nógv lyfta í felag, skal tað lata seg gera at skapa eina áhugaverda skrá.

Enn einaferð sást tað, at mentanarnáttin hevur vunnið sítt fasta pláss á Tvøroyri, tí óansæð hvønn vit vendu okkum til í fyrireikingararbeiðinum, var vælvildin stór.

Tvøroyrar kommuna vil takka øllum, ið hvør á sín hátt hava verið við til at skapa hetta fantastiska, savnandi tiltakið. Saman hava vit øll skapt eitt mentanartiltak á Tvøroyri, og í Suðuroynni, ið vit kunnu vera stolt av. Uttan tykkum lat hetta seg ikki gera – stóra tøkk.

Frálíki myndamaðurin Ólavur Frederiksen, ið rekur myndafyritøkuna FaroePhoto, var á staðnum og tók eina rúgvu av góðum myndum – vit lata tær tala fyri seg.

 

Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu her 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn