BØRN OG UNG
Tú ert her: BØRN OG UNG << - GREINAR


05-03-2020

Heilsan frá HDMS Thetis

Manningin á HDMS Thetis letur heilsa og takkar fyri mongu vitjanirnar á føstulávint. Heili 273 vitjandi vóru umborð henda sunnudagin og manningin hevði úr at gera. Manningin harmast at kepparnir teir høvdu, ikki vóru av betri dygd, tí báðir kepparnir, ið vórðu gjørdir umborð, brotnaðu. Tíbetur hevði onkur av teimum vitjandi kepp við, so vit fingu avgreitt tunnuslátturin.
Tvøroyrar kommuna takkar manningini fyri at fyriskipa hetta góða tiltak fyri børn okkara. Viðfest eru nakrar myndir, ið manningin hevur sent okkum, og myndum frá okkum sjálvum.
 
Myndirnar síggjast her: https://www.facebook.com/tvoroyri 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn