Valið av formansskapi og øðrum álitissessum í felagnum fór fyri fyrstu ferð fram millum allar 29 borgarstjórar í landinum. Hetta er ein munandi broyting í mun til teir 13 borgarstjórarnar, sum til á nýggjárinum myndaðu formligu leiðsluna í felagnum.
Valið fór fram á skipanarfundi, sum varð hildin fyrrapartin í dag á Hotel Hilton. Veljast skuldi til formansskapin í felagnum, starvsnevndina í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og starvsnevndina í Barnaverndarstovu Føroya. Í felagnum er somuleiðis ein starvsbólkur av kommunuskrivarum og -stjórum, sum fyrireikar borgarsjórafundirnar, og sum skipanarfundurin skuldi velja forfólk til.
Úrslitið av valinum gjørdist hetta:
Nevndin í Kommunufelagnum:
Forfólk: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Næstforfólk: Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu
Umboð í starvsnevndina fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:
Forfólk: Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Næstforfólk: Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu
Harumframt velja ávikavist SEV og IRF hvør sítt umboð í nevndina
Starvsnevndin fyri Barnaverndarstova Føroya:
Forfólk: Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Næstforfólk: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu
Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu
Starvsbólkur:
Forfólk: Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu
Tórbjørn Jacobsen, Per Martin Gregersen og Eyð Ellingsgaard mynda samstundis Samstarvsráðið í Kommunufelagnum, sum eftir nýggju viðtøkunum skal hittast javnan at umrøða mál av felags áhuga.
Nevndin fyri Kommunufelagið: Tórbjørn Jacobsen, formaður, Sára Jógvansdóttir, limur, Karl Johansen, limur, Elsa Berg, næstforfólk og Kristin Michelsen, limur.
Starvsnevndin fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Bjarni Prior, næstforfólk, Súni í Hjøllum, limur, og Per Martin Gregersen, forfólk. Harumframt vejla SEV og IRF hvør sítt umboð - hesi bæði eru ikki á myndini
Starvsnevnd fyri Barnaverndarstovu Føroya: Hans Anders Jacobsen, næstforfólk, Eyð Ellingsgaard, forfólk og Kristian Oskar Henriksen, limur.