29-12-2024
P/F Varðin Pelagic fingið byggiloyvið
Tvey ár eftir, at P/F Varðin Pelagic søkti Tvøroyrar kommunu um loyvi til at víðka um teirra virksemi á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning, hevur Tvøroyrar kommuna, tann 28. desember 2024, handað Ólavi Bjarkhamar, rakstrarstjóra á P/F Varðin Pelagic byggiloyvið til ætlaðu byggingina av protein & lýsiverksmiðjuni, sum søkt bleiv um hin 29. desember 2022.
Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri hjá P/F Varðin Pelagic og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna
29. desember 2024