BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


03-02-2022

Kvøða til Sandoynna

Hjartaliga til lukku til okkara nærmastu grannar fyri norðan við fasta sambandinum undir Skopunarfjørði, sum í dag 3. februar, kl. 13.15, gjørdis veruleiki.

Talan er um eitt risastig fyri Sandoynna, og alt miðstigarøkið, um enn hetta ”enn”, bert er eitt lítið stig á leiðini til Suðuroynna.
 
 
 
 
Dagurin í dag gevur okkum sunnanfyri Suðuroyarfjørð tó eina vón um, at eisini verður koyrandi undir Suðuroyarfjørði um 7 ár.

Til lukku øll tit, sum hava staðið fyri hesum megnar arbeiði, ið onki minni er at meta sum eitt megnar bragd.

Til lukku allir føroyingar

Tvøroyrar kommuna








, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn