BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR
STOVNAR


30-11-2020

Tvøroyrar býráð samtykt fíggjarætlan fyri 2021

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi mánakvøldið 30. november fíggjarætlanina fyri 2021, sum javnvigar við kr. 97,6 mió. í mun til kr. 104,0 mió., undanfarna ár. Inntøkurnar frá persónsskatinum, avgjøldum og afturberingini av eldratænastuni  taka støði í metingunum frá Taks. Rakstrar útreiðslur av vanligum kommunalum rakstri, eru settar ájavnt við mettu útreiðslurnar og framrokning fyrstu 10. mnd. 2020, meðan raksturin av Eldratænastuni og Barnaverndartænastuni eru eftir meting av stýrinum.
 
Fíggjarætlanina 2021:
Skattaprosentið og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarna ár, 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barni. Virðiskortið, ætlað ungdóminum úr 0 til 18 ára aldur, verður framhaldandið kr. 2.000,-.  Ansingini viðvíkjandi er kostnaðurin hin sami fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, annað barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri triðja barni og hareftir. Kostnaðurin fyri útibarnagarðspláss kr./mnd. 1.800,- og frítíðarskúlapláss kr./mnd. 1.200,-
 
Inntøkur:
Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 86,1 mió, svarandi til eina øking á kr. 3,9 mio javnt við 4,8% í mun til 2020. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 62,3 mió, partafelagsskatti kr. 2,0 mió. Skattur av kapitaleftirlønum og av DIS og FAS er mettur til kr. 21,7 mió. 
  
Rakstur:
Rakstrarútreiðslurnar eru kr. 75,4 mió, svarandi til kr. 0.4 mió lægri enn í 2020, ájavant eina lækking á -0,6%. §1. Kommunal fyrisiting kr. 10,5 mió. §2. Almanna- og Heilsumál kr. 26,9 mió. §3. Børn og ung kr. 15,6 mió. §4. Undirvísing kr. 6,8 mió. §5. Mentan og frítíð kr. 7,8 mió. §6. Teknisk mál kr. 4,7 mió. §8. Kommunal virkir kr. 3,1 mió.
 
Íløgur:
Netto íløgurnar eru mettar til umleið kr. 20,6 mió, í mun til kr. 27,3 mió í 2020,  svarandi til eina minking á -24,4%. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku á kr. 7,5 mió.  §1. Kommunal fyrisiting 1,3 mió. -§3. Børn og Ung kr. 1,7 mió. -§4. Undirvísing (skúli), kr. 2,8 kr. -§5. Mentan & frítíð 2,3 mió. -§6. Tekniska økið kr. 8,2 mió.  -§7. Bingjupláss, sløkkilið, bátapláss- og havnir kr. 4,4 mió.
 
Skuld:
Langfreistaða skuldin kr. 52,7 mió, stuttfreistaða skuldin kr. 3,1 mió. Kr. 0,5 mió. verða goldnar í rentum og kr. 3,3 mió verða goldnar í avdrátti av láni í 2021
 
Álíkning:
Álíkningin verður 0,67
 
 
Kristin Michelsen, borgarstjóri
Fróði Mortensen, kommunustjóri 





, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn